Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Reiðuviðbót

Fyri fast meirarbeiði kann verða veitt viðbót. Hetta er t.d. starvsfólk, sum javnt og samt mugu tørna til at røkja arbeiðsuppgávur eftir vanliga arbeiðstíð, t.d. húsavørðar ella fólk í ávísum lyklastørvum.

Verður reiðuviðbót veitt, er hon samsýning fyri 35 arbeiðstímar um ársfjórðingin. Júst hvussu stór reiðuviðbótin skal vera er ikki ásett í sáttmálanum. Tað er ein samráðingarspurningur millum arbeiðsplássið og starvsfólkið. Spyr felagið nærri um hetta.

Fær starvsfólk reiðiviðbót, eru teir fyrstu 35 tímarnir, sum fara út um vanligu arbeiðstíðina hjá einum fulltíðarsettum um ársfjóðingin, íroknaðir lønina. Verður starvsfólki álagt at arbeiða meira enn hesar 35 tímarnar, verður veitt yvirtíðargjald. Hetta er tað, vit rópa drúgt álagt yvirtíðararbeiði. Sambært sáttmálanum skal søkjast um yvirtíðina.