Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Luttøka á skeiði

Áleggur leiðslan starvsfólki at fara á skeið, skulu starvsfólkini hava løn fyri hetta.

Hvør einstakur skeiðsdagur verður roknaður sum ein vanligur arbeiðsdagur. Tað verður í mesta lagi samsýnt fyri 7,8 tímar (á SEV 7,4 tímar), sum er meðal dagnormurin hjá fulltíðarsettum.

Liggur skeiðið á einum degi, har starvsfólkið longu hevur arbeitt sín dagsnorm, verður skeiðstíðin tald við í skyldugu arbeiðstíðina, tó í mesta lagi við 4 tímum aftrat dagnorminum. Talan er sostatt um arbeiði, ið verður samsýnt sum vanlig tímaløn og ikki sum yvirtíð.

Liggur skeiðið um vikuskiftið ella á einum av teimum føstu frídøgunum, verður hetta samsýnt sum tímar + vaktargjald eftir ásetingunum um ólagaliga arbeiðstíð, sí §§ 28, stk 1 og 32, stk. 1 í sáttmálunum við ávikavist Fíggjarmálaráðið (FMR) og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF).

Fyri skeið, sum liggja uttan fyri vanliga arbeiðstíð og ikki eru áløgd, kann stovnurin lata aðra frítíð í staðin fyri tíðina, ið er nýtt til skeiðsluttøku.

Ferðing til skeiðsstaðið

Samsýnt verður fyri ferðatíðina til skeiðsstaðið (uttanbíggja), um talan er um ferðing sjóvegis, ið varir longri enn ein tíma. Samsýnt verður ikki, um ferðatíðin ikki er longri, enn ferðatíðin vanliga er frá heimi til vanliga arbeiðsstaðin. Samsýnt verður í mesta lagi fyri 4 arbeiðstímar. Ferðing í bili verður roknað við í skeiðstíðina.

Starvsfólkið og stovnurin kunnu gera avtalu, sum víkir frá tí sum nevnt er omanfyri. Stillar avtalan arbeiðsplássið verri arbeiðsliga og fíggjarliga, skal sáttmálaparturin, ávikavíst FMR ella KAF, tó góðkenna avtaluna, áðrenn hon verður sett í verk.

Sí §§ 28 og 32 í sáttmálunum við ávikavist FMR og KAF.