Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Lønaraldur (ansiennitetur)

Grundlønin valdast ikki bert lønarflokkin. Hon valdast eisini, hvussu leingi tú hevur verið í starvi.

Hvørja løn tú skalt hava, veldst nevniliga um lønaraldurin, eisini nevnt ansiennitetur. Tað er tað áramál, tú hevur starvast á viðkomandi øki ella hevur verið í arbeiði, ið er treytað av ávísari útbúgving.

Tess longri starvsaldur tú hevur, tess hægri lønarstigi ert tú á.

Starvsfólk eru eitt ár á hvørjum stigi, og tað tekur 6-8 ár at koma á endastigið. Hetta er galdandi fyri fólk, sum starvast í minsta lagi hálva tíð. Er starvstíðin styttri, verður starvsaldurin roknaður lutfalsliga.

Í lønartalvununum til sáttmálarnar ber til at síggja hvussu lønin hækkar við starvsaldrinum, alt eftir hvørjum lønarflokki tú ert í.

Sum útgangsstøði byrja starvsfólk á 1. stigi í lønarflokkinum, og vinna síðani lønaraldur ár um ár.

Til ber at fáa lønaraldur góðskrivaðan frá øðrum starvi, um størvini samsvara. Hjá faklærdum og útbúnum er lønaraldurin vanliga tað áramál, starvsfólkið hevur verið í arbeiði, ið er treytað av útbúgvingini hjá viðkomandi.

Flytur tú frá einum lønarflokki til annan, kann tað ávirka starvsaldurin, sí § 31 og 35, stk. 3-5. í sáttmálunum við ávikavist Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Spyr teg fyri hjá Starvsfelagnum, um tú ivast í hesum.