Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Yvirtíð skal verða áløgd

Tað er altíð eitt krav, at yvirtíðararbeiði er álagt. Annars er tað ikki yvirtíð. Tað ber við øðrum orðum ikki til hjá einum starvsfólki av geva sær sjálvum yvirarbeiði.

Yvirarbeiði kann verða álagt beinleiðis, við at leiðslan vendir sær til starvsfólkið og í orðum krevur, at arbeiðast skal yvir. Tað kann tó eisini verða meira óbeinleiðis og undirskilt, t.d. við, at arbeiðsgevarin hevur kravt, at ein arbeiðsuppgáva verður avgreidd innan ávísa freist, og, at tað má hava verið arbeiðsgevaranum greitt, at uppgávan bert kundi avgreiðast, um starvsfólkið arbeiddi yvir.

Um tit ivast, ber til at spyrja arbeiðsgevaran, um hann áleggur tykkum at arbeiða yvir. Er tað sjálvboðið, er talan ikki um yvirarbeiði.

Sí § 22, stk. 1 í sáttmálanum við FMR og § 26, stk. 1 í sáttmálanum við KAF og dømini í Funktionærret, Andersen o.fl., s. 246 og 247