Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Skyldan at arbeiða yvir

Starvsfólk hava sum útgangsstøði skyldu at átaka sær yvirarbeiði í rímiligan mun, um stovnurin hevur rakstrarligar grundir fyri hesum.

Yvirarbeiði má tó ikki koma fyri javnt og samt. Tað kann vera í stríð við sáttmálan, sum hevur eina normeraða arbeiðsviku sum fyritreyt. Eisini kunnu starvsfólk í serligum førum nokta at átaka sær yvirarbeiði, um tey kunnu ávísa rímiligar privatar grundir fyri hesum.

Við dómi er m.a. staðfest, at vantandi barnansing var haldgóð grund fyri at nokta at átaka sær yvirarbeiði, sum varð fráboðað við stuttari freist. Í øðrum máli var vantandi barnaansing tó ikki nøktandi grund, og dómsvenjan vísir, at ikki allar privatar grundir eru haldgóð grundgeving fyri at nokta at átaka sær yvirarbeiði.

Sýta starvsfólk av órøttum fyri at átaka sær neyðugt yvirarbeiði, kann tað fáa starvsrættarligar fylgjur, í ringasta føri burturvísing. Serliga álvarsligt kann brotið vera, um starvsfólkið noktar uttan grundgeving, og arbeiðsgevarin hevur gjørt greitt, hvørjar avleiðingar sýtanin kann fáa fyri setanina.

Sí Funktionærret, Andersen v.fl., s. 242 ff., Den Danske Funktionærret, s. 1541 ff. Og Den Grundlæggende arbejdsret, Jens Kristiansen, Jurist- og Økonomforbundets Forlag, 2. udg. s. 333 ff.

Best er at vera fyrivarin. Ráðførið tykkum við felagið, um tit ivast í tykkara støðu viðvíkjandi yvirarbeiði.