Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Parttíðarsett og yvirtíð

Starvsfólk við niðursettari arbeiðstíð vinna ikki yvirtíð á sama hátt sum tey, ið hava fullan starvsbrøk.Verður partíðarsettum álagt at arbeiða út um sína vanligu arbeiðstíð, fáa tey ikki rætt til yvirtíð, fyrr enn tey eru komin upp á arbeiðstíðina hjá teimum fulltíðarsettu.

Eyka arbeiðstíð, sum fer út um meðal starvsbrøkin hjá einum parttíðarsettum, men liggur innan fyri meðal vikutímatalið hjá fulltíðarsettum, er tað, vit kalla meirarbeiði. Tað verður lønt við vanligari tímaløn 1:1.

Tvey dømi um parttíðarsett og yvirarbeiði:

  • Verður eitt starvsfólk, sum hevur fýra arbeiðsdagar um vikuna, mánadag til hósdag, boðsent til arbeiðis fríggjadag er tað fyri vanliga tímaløn 1:1, givið, at farið ikki verður upp um 39 tíma arbeiðsvikuna.

  • Verður starvsfólki álagt at arbeiða t.d. 10 tímar ein vanligan arbeiðsdag, eru teir báðir tímarnir, ið fara út um meðal dagnormin hjá fulltíðarsettum, at rokna sum yvirtíð.

Sí § 23, stk. 1, sbr. § 22, stk. 1 í FMR og 27, stk. 1, sbr. 26, stk. 1 í sáttmálanum við KAF ”...dagliga planlagda arbeiðið hjá fullsettum..” Sí Den Danske funktionærret, Hasselbalch, s. 1544 og nota 261.

Parttíðarsett skulu hava boð um meirarbeiði í seinasta lagi dagin fyri. Fáa tey boðini ov seint fáa tey ein meirarbeiðstíma eyka fyri hetta.

Viðvíkjandi yvirtíð galda somu reglur fyri parttíðarsett sum fyri fulltíðarsett, eisini t.d. um haldgóðar grundir fyri at nokta.

Tað kann vera álvarsamt at nokta at átaka sær meirarbeiði ella yvirarbeiði uttan rímiliga grund. Ráðførið tykkum við Starvsfelagið, áðrenn tit taka nakra avgerð, sum kann hava óhepnar avleiðingar fyri tykkara setanarviðurskifti.

Sí § 23 í sáttmálanum við FMR og § 27 um meirarbeiði í sáttmálanum við KAF.