Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Vanliga arbeiðsvikan

Hjá teimum flestu í almenna sáttmálaøkinum hjá Starvsfelagnum er arbeiðstíðin hjá fulltíðarsettum 39 tímar um vikuna. Nøkur undantøk eru tó til hesa meginregluna.

Hjá starvsfólkunum í sjúkraflutningstænastuni er arbeiðstíðin 40 tímar um vikuna.

Á SEV er vanliga arbeiðstíðin 36,5 tímar um vikuna og hjá linjuformonnum 40 tímar um vikuna. Hjá teimum á SEV er matarsteðgurin ikki íroknað arbeiðstíðina. Lesa meira um matarsteðgin her.

Hjá dagrøktarunum er arbeiðstíðin í mesta lagi 48 tímar um vikuna.

Sí um vanligu arbeiðsvikuna §§ 18 og 21, stk. 1 í sáttmálunum við ávikavist FMR og KAF. Fyri starvsfólk í sjúkraflutningstænastuni í § 59 í sáttmálanum við FMR, fyri tey hjá SEV í § 21, stk. 2 og fyri dagrøktararnar § 13 í sáttmálanum fyri dagrøkararnar.

Meginreglan er, at arbeiðstíðin skal vera effektiv. Starvsfólkið hevur ikki krav um steðgir, uttan so at teir eru avtalaðir, ella skapt er ein arbeiðsrættarliga bindandi kutýma ella siðvenja um hetta. Privat ørindir mugu ikki gerast í arbeiðstíð uttan við avtalu.

Ásetta arbeiðsvikan hjá einum fulltíðarsettum er bæði minstamark og hámark: Eitt starvsfólk, sum er sett fulla tíð, hevur altíð krav um løn (og skal arbeiða) fyri eina 39 tíma arbeiðsviku. Hinvegin hevur arbeiðsgevarin ikki krav um, at starvsfólkið arbeiðir meira enn 39 tímar, uttan so, at serligar grundir eru fyri hesum. Les meira um hetta undir yvirtíð.

Sáttmálarnir siga, at leygardagur skal sum meginregla vera frídagur, og sambært arbeiðsumhvørvislógin mugu starvsfólk heldur ikki regluliga arbeiða sunnu- og halgidagar.

Arbeiðstíðin verður avtalað við starvsfólkið einsæris við starvsbyrjan. Tað er leiðslan, sum avger arbeiðstíðirnar, men sambært sáttmálunum skal avgerðin vera tikin í samráð við starvsfólkini.

Arbeiðstíðin skal vera upplýst í setanarskrivinum, og arbeiðstíðin skal vera innan fyri karmarnar á lóg og sáttmála.

Hjá starvsfólkunum í sáttmálaøkjunum hjá Starvsfelagnum er arbeiðtíðin antin skipað sum vaktir ella sum vanlig arbeiðstíð.

sbr. §§ 18 og 21 í sáttmálunum við ávíkavist FMR og KAF og § 43 í arbeiðsumhvørvislógini