Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Matarsteðgurin ikki íroknaður

Hjá teimum, ið starvast hjá SEV, er matarsteðgurin ikki íroknaður vanligu arbeiðstíðina.

Kortini hava tey á SEV eisini rætt til at hava matarsteðg sum onnur. Sáttmálin hevur sum fyritreyt, at starvsfólki ikki kann verða álagt at arbeiða óavmarkað uttan hvíld, og nevnir sáttmálin eisini matarsteðg sum so, hóast hann ikki er íroknaður arbeiðstíðina.

Sí sáttmálan við KAF § 21, stk. 2 sum hevur matarsteðg sum fortreyt. Um munin millum goldnan og ikki goldnan matarsteðg, sí Den Danske Arbejdsret, Hasselbalch, s. 1533 ff.

Er matarsteðgurin ikki íroknaður arbeiðstíðina, er hann at rokna sum frítíð. Greiða útgangsstøðið er tá, at arbeiðsgevarin hevur ikki ræði á starvsfólkinum, sum heldur ikki skal vera til taks. Starvsfólkið kann í prisippinum gera, sum tað vil, í matarssteðginum og m.a. fara av arbeiðsplássinum. Í serligum førum er frælsið tó ikki óavmarkað, t.d. í sambandi við átrokandi uppgávur, ið ikki kunnu bíða, og sum krevja, at starvsfólkið er til taks á arbeiðsplássinum.

Sí Den Danske Arbejdsret, Hasselbalch, s. 1535-1536 og FV 9/1 1992, AR 2606 og FV 4/4 1994.

Matarsteðgurin verður lagdur í samráð millum leiðslu og starvsfólk.

Kaffisteðgur

Rætturin til aðrir steðgir, so sum kaffisteðgir, er ikki ásettur í sáttmálanum. Á nógvum arbeiðsplássum er tó vanligt, at fólk hava kaffisteðg uttan at verða trekt í løn. Slíkar skipanir kunnu hava vart so leingi og verið so fastar, at talan er um bindandi arbeiðsrættarliga kutýmu/siðvenju.