Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Uppgerðin: flexsaldan

Tey, sum hava flexskipan, eiga at hava eina serskilda uppgerð, sum alla tíðina gevur teimum yvirlit yvir støðuna. Uppgerðin skal vísa, um starvsfólkið hevur arbeitt ov nógv og eigur tímar til góðar, ella hevur arbeitt ov lítið og skyldar tímar.

Hetta verður ofta rópt flexsaldo ella flexsalda.

Sum útgangsstøði skal flexsaldan vera 0, men stovnurin kann loyva einum ávísum fráviki.

Sambært rundkrivi frá Fíggjarmálaráðnum um skráseting av arbeiðstíð skulu fulltíðarsett starvsfólk hjá landinum vegleiðandi í mesta lagi hava 40 tímar til góðar og í mesta lagi skylda 30 tímar. Í serligum førum kann eitt størri frávik verða loyvt.

Fer saldan út um vegleiðandi mørkini, skal støða takast til hvussu tímarnir skulu avgreiðast. Tað er altíð skilagott, at saldan kemur á beint skjótast tilber.

Kommunurnar eru ikki bundar av rundskrivinum hjá landinum og kunnu hava sínar egnu skipanir ella manngongdir.