Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Flextíð og yvirtíð

Flextíð og yvirtíð eru hvør sítt, og tey skulu eisini haldast hvør sær. Annars er vandi fyri, at tú snýtir teg sjálva/n fyri tey rættindi, sum yvirtíðin gevur.

Flexskipanin er ein skipan, sum er gjørd fyri at geva starvsfólki størri frælsi og fleksibilitet. Skipanin við yvirtíð er til frama fyri arbeiðsplássið, tá ið neyðugt er við einum eykataki, sum merkir, at farast má út um ta vanligu arbeiðstíðina. Flextíð er sjálvboðin og eftir egnum ynski, og hon verður avroknað tíma fyri tíma 1:1. Yvirtíð er altíð áløgd av arbeiðsgevaranum og gevur hægri samsýning, 1:1,5 ella 1:2. Tað ber ikki til at skriva sær sjálvum yvirtíð.

Fyri at talan kann blíva um yvirtíð, skalt tú hava arbeitt ein vanligan dag- ella vikunorm hjá fulltíðarsettum, t.v.s. hjá flestu starvsfólkum í meðal 7,8 tímar um dagin og 39 tímar um vikuna.

Hevur eitt starvsfólk flextíð, og verður tí álagt at arbeiða yvir ein vanligan arbeiðsdag, skal arbeiðstíðin upp um 7,8 tímar um dagin, áðrenn talan kann vera um yvirtíð. Verður starvsfólki álagt at arbeiða ein leygardag, sum vanliga er frídagur, er talan um yvirtíð, tá ið samlaða arbeiðstíðin í vikuni fer upp um 39 tímar.

Oonkuntíð verður rátt starvsfólki til at hava tveir atkyldar roknskapir: Ein fyri avspák og ein fyri yvirtíð, so at greitt er, hvat ið er hvat.