Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Arbeiðstíðin

Nær á degi skal arbeiðstíðin liggja og hvussu er støðan, tá arbeiðstíðirnar eru skiftandi? Les um millum annað vaktararbeiði og avspáking, yvirtíð og flextíð og rættin til matarsteðg

Arbeiðstíðin verður ásett við einsæris avtalum millum arbeiðsgevaran og starvsfólkið. Hesar avtalur skulu vera innan fyri karmarnar á lóg og sáttmálum. Tað eru hesi viðurskiftini, sum verða lýstir í hesum partinum.

Reglurnar um arbeiðstíð

Á føroyska arbeiðsmarknaðinum eru reglur um arbeiðstíðina fyrst og fremst avtalaðar í kollektivum sáttmálum millum fakfeløgini og arbeiðsgevararnar. Føroyar hava eina løgtingslóg um arbeiðstíð frá 1978, sum staðfestir, at vanliga arbeiðsvikan er 40 tímar. Bæði áðrenn og eftir tað hava avtalur um arbeiðstíð tó fyrst og fremst verið gjørdar í kollektivum sáttmálum. Og ofta eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum komnir ásamt um eina arbeiðsviku, sum er styttri enn 40 tímar.

Sí løgtingslóg nr. 37 frá 1. juni 1978 um 40 tíma arbeiðsviku, https://logir.fo/Logtingslog/37-fra-01-06-1978-um-40-timars-arbeidsviku--40-timers-arbejdsuge

Tað er eisini í kollektivu sáttmálunum, at vit finna tær meira útgreinaðu reglurnar um arbeiðstíðina, eitt nú um

  • yvirtíðararbeiði og avspáking/gjald

  • arbeiði í ólagaligum tíðarskeiðum (vaktararbeiði)

  • meirarbeiði

  • matarsteðg

  • fastar frídagar

Tað eru m.a. hesar reglur, sum greitt verður nærri frá í hesum partinum.

Arbeiðsumhvørvislógin

Løgtingslógin um arbeiðsumhvørvi kann vera viðkomandi fyri arbeiðstíðina. Við sínum ásetingum um hvílutíð og frísamdøgur setur løgtingslógin nevniliga mark fyri hvussu nógv arbeiðstíð kann verða løgd á starvsfólk.

Arbeiðsumhvørvislógin hevur eisini avmarkingar fyri ung í arbeiði.

Les meira um 11 tíma regluna og arbeiði sunnu- og halgidagar her.

Ávísir starvsbólkar

Tað eru tær almennu reglurnar um arbeiðstíðina í sáttmálunum, og sum galda fyri stóran part av limunum, ið verða lýstar í hesum partinum.

Ávísir starvsbólkar, sum tey sum sigla við Havstovuni, Fiskiveiðueftirlitinum og Strandferðsluni hava av góðum grundum sínar serligu arbeiðstíðarreglur og reglur um løn, gjøld og viðbøtur. Eisini starvsfólk í sjúkraflutningstænastuni og hjá SEV hava lutvíst serligar reglur, sum kunnu víkja frá teimum almennu arbeiðstíðarreglunum v.m.

Spyrjið tykkum fyri hjá Starvsfelagnum, um tit hava ivaspurningar um arbeiðstíðarreglurnar hjá bólkunum omanfyri.

Seinast dagført: 3. mai 2023