Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Sjúkrafráverusamrøða (umsoganarsamrøða)

Fleiri almennir stovnar hava sínar egnu reglur ella politikkir um sjúkrafráverusamrøður, eisini nevndar umsoganarsamrøður. Arbeiðs- og Brunaeftirlitið hevur eisini eina vegleiðing um umsorganarsamrøður, sum er ógvuliga hent hjá arbeiðsgevarum og starvsfólki at nýta.

Hesi leggja upp til, at ymiskir møguleikar skulu roynast fyrst, áðrenn fólk verða søgd úr starvi orsakað av sjúku, t.d. broyttar arbeiðsuppgávur, niðursett arbeiðstíð, farloyvi og tillagað starv.

Samrøðan kann fyribyrgja uppsøgn!

Starvsfelagið mælir til, at sjúkrafráverusamrøður verða hildnar, tí royndirnar vísa, at tær kunnu fyribyrgja uppsagnum. Høvuðsendamálið er nevliliga at tryggja, at starvsfólkið kann koma aftur til arbeiðis, skjótast til ber. Hevur fráveran samband við arbeiðsplássið, kunnu trupulleikarnir kanska loysast, áðrenn fráveran gerst ein óloysandi trupulleiki.

At ganga í fleiri mánaðir og einki samband hava við arbeiðsplássið yvirhøvur kann vera møtimikið og gera tað trupult at koma aftur. Støðan kann vera ymisk, men ofta kann vera skilagott við ávísum sambandi við arbeiðsplássið og eini ætlan fyri framtíðina.

Hevur arbeiðsplássið reglur um sjúkrafráversamrøður, skal tað fylgja reglunum, og kann ikki siga starvsfólki upp, uttan at gingið er eftir reglunum.

Lesið meira um sjúkrafráverusamrøður her.

Starvsfólk, sum eru langtíðar sjúkraskrivað, verða eisini biðin um at ráðføra seg við felagið um støðuna, um tey einki hava hoyrt frá arbeiðsplássinum í longri tíð.