Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Samstarvstrupulleikar

Fyribrigdið samstarvstrupulleikar fevnir um nógvar ymiskar trupulleikar í arbeiðslívinum. Felags fyri trupulleikarnar er, at

Vegleiðing um uppsøgn, Fíggjarmálaráðið, 2.6.4

  • teir hava vart leingi,
  • hava verið støðugir og afturvendandi,
  • eru til ampa fyri samstarvið
  • og hava neiliga ávirkan á arbeiðið og arbeiðsplássið

Arbeiðsgevarin hevur leiðslurættin. Eru trupulleikar av menniskjansligum slagi á arbeiðsplássinum, hevur hann skyldu til at royna at loysa samstarvstrupulleikarnar, antin teir so eru millum starvsfólk sínámillum ella millum leiðslu og starvsfólk. Strong krøv verða tó sett arbeiðsgevara, sum ætlar at siga fólk upp orsakað av samstarvstrupulleikum. Tað skal meira enn ein til at samstarva, og tí er tað ikki nóg mikið bara at upplýsa at samstarvstrupulleikar eru grundin til uppsøgnina. Tað kann vísa seg at vera ein boomerangur, ið rakar arbeiðsgevaran aftur.

Fyrisitingarliga markreglan: ávaring fyrst

Fyrisitingarliga markreglan um at starvsrættarlig stig ikki mugu vera harðligari enn neyðugt, hevur stóran týdning í málum um samstarvstrupulleikar, les meira her um markregluna.

Leiðslan má fyrst tosa við starvsfólkið um trupulleikan. Uppsøgn kann ikki verða givin uttan at starvsfólkið frammanundan hevur fingið ávaring og havt møguleika at rætta trupulleikarnar. Í sáttmálunum hjá Starvsfelagnum er áseting um munnliga ávaring fyrst og síðani skrivliga ávaring.

Eisini er tað eitt krav, at staðfestast kann, at tað er viðkomandi starvsfólk, sum ætlanin er at siga úr starvi, sum er høvuðsatvoldin til samstarvstrupulleikarnar.

Sí t.d. Offentlig Arbejdsret, Emborg og Schaumburg-Muller, s. 461-462

Umboðsmaðurin um uppsagnartreytirnar

Samstarvstrupulleikar kunnu vera saklig uppsagnargrund. Løgtingsins umboðsmaður tekur soleiðis saman um treytirnar fyri uppsøgn í slíkum málum:

Álit viðvíkjandi klagu um uppsøgn av starvsfólki í Barnatannrøktini í Tórshavnar kommunu vegna samstarvstrupulleikar, Løgtingsins Umboðsmaður, 9. apríl 2019, j.nr.: LUM-28- 18/00044-33

  • arbeiðsgevarin skal kunna vísa á, hvørjir samstarvstrupulleikarnir eru, sum verða mettir at hava týdning, og hvønn týdning teir hava í sambandi við aktuella málið,
  • staðfestu samstarvstrupulleikarnir mugu hava týðandi neiliga ávirkan á, hvussu uppgávurnar á arbeiðsplássinum verða loystar,
  • greitt samband má vera millum samstarvstrupulleikarnar og tann persónin, sum verður sagdur úr starvi, og aðrir persónar mugu ikki vera høvuðsatvold til, at samstarvstrupulleikar taka seg upp og halda fram, og
  • arbeiðsgevarin eigur at hava gjørt hóskandi royndir at loysa samstarvstrupulleikarnar, áðrenn farið verður til eitt so víðfevnt starvsrættarligt stig sum eina uppsøgn

Eisini eru strongt krøv til skjalfestingarskyldu arbeiðsgevarans, tí eingin ivi má vera um, at grundarlagið er rætt, verða fólk uppsøgd av hesi grund.

Víðkað partshoyring

Í slíkum málum er altíð víðkað partshoyringarskylda, les meira her um víðkaða partshoyring. Umframt at verða hoyrt um faktuella grundarlagið skal starvsfólkið, ætlanin er at siga úr starvi, eisini verða hoyrt um rættarliga grundarlagið í málinum.

Álit viðvíkjandi klagu um uppsøgn av starvsfólki í Barnatannrøktini í Tórshavnar kommunu vegna samstarvstrupulleikar, Løgtingsins Umboðsmaður, 9. apríl 2019, j.nr.: LUM-28- 18/00044-33