Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Fastur fráfaringaraldur

Bæði landið og flestallar kommunur og kommunalir felagsskapir hava almennar reglur um fastan fráfaringaraldur fyri sáttmálasett. Aldurmarkið er ymiskt.

Fastur fráfaringaraldur merkir, at arbeiðsplássið hevur reglur fyri, at starvsfólk fara frá, tá ið tey røkka ávísum aldri. Tað nýtist ikki at verða aldurin, tá ið fólk fáa fólkapensjónina. Tað kann vera seinni.

Flestu almenn arbeiðspláss hava ásetingar um fráfaringaraldur. Tórshavnar kommuna avgjørdi tó á vári 2022 at taka av fasta fráfaringarladurin.

Fyri sáttmálasett á landsins arbeiðsplássum er fasti fráfaringaraldurin 72 ár, við møguleika fyri leinging. Hetta er ásett við rundskrivi.

rundskriv um fastan fráfaringaraldur, Fíggjarmálaráðið, 2022

Fyri kommunurnar og kommunalar felagsskapir eru ongar felags reglur um fráfaringaraldur. Ofta eru reglurnar ásettar einsæris við kommunusamtykt og liggur fráfaringaraldurin frá 67 árum og uppeftir. Summar kommunur hava møguleika fyri leinging. Aðrar ikki.

Skulu hava ætlanarskriv

Eisini tá ið limirnir fara frá fyri aldur, skulu teir og fakfelagið hava eitt ætlanarskriv um uppsøgn. Tað skal sent í so góðari tíð, at uppsøgnin kann verða givin í tí mánað, tá starvsfólkið røkkur ásetta fráfaringaraldrinum.

Hevur myndugleikin reglur um undantøk og vilja starvsfólk at halda fram at arbeiða eftir ásetta fasta fráfaringaraldurin, skal myndugleikin hava sakligar grundir fyri at nokta umsóknini, metir Starvsfelagið.