Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Uppsøgn og grundgeving

Heldur myndugleikin fast við ætlan sína um at siga starvsfólkið úr starvi, skal starvsfólkið hava eina avgerð um uppsøgn. Hetta er sjálv uppsøgnin. Uppsøgnin skal altíð vera skrivlig, og í uppsagnarskrivinum skal verða grundgivið fyri uppsøgnini sambært kapitli 6 í fyrisitingarlógini.

Ein grundgeving er ein frágreiðing um, hví avgerðin nú bleiv soleiðis, sum hon bleiv. Grundgevingin skal:

Vegleiðing um uppsøgn, Fíggjarmálaráðið, 1.8 og Offentlig Arbejdsret, Emborg og Schaumburg-Muller, s. 53 ff.

  • Hava tilvísing til møguligar rættarreglur, ið avgerðin er grundað á.
  • Nevna tey høvuðsfyrilit, sum hava verið avgerandi fyri, hvussu metingin er útint.
  • Geva eina stutta frágreiðing um tær veruliguumstøðurnar, sum hava havt týdning fyri avgerðina.
  • Taka støðu til sjónarmið og grundgevingar, sum starvsfólkið hevur sett fram í hoyringini.

Uppsagnir eru ofta grundaðar á eina fyrisitingarliga meting. Tað er tí rættuliga umráðandi, at myndugleikin viðger og svarar teimum viðmerkingum, rættleiðingum og atfinningum, sum starvsfólkið og felagið hava sett fram í hoyringini. Tað má í seinasta lagið verða gjørt í uppsagnarskrivinum.