Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Próvbyrða og handfaring

Rættarpraksis vísir, at arbeiðsgevarin hevur próvbyrðuna fyri, at neyðuga grundarlagið er fyri eini burturvísing.

Offentlig Arbejdsret, Emborg og Schaumburg-Muller, s. 503

Metir arbeiðsgevarin, at grundarlag er fyri eini burturvísing, má hann bera rímiliga skjótt at. Avgerðin eigur at verða tikin beinanvegin og í beinleiðis sambandi við mishaldið. Drálar hann ov leingi, missir hann møguleikan at vísa starvsfólki burtur.

Arbeiðsgevarin hevur tó eisini skyldu at eftirkanna, at avgerðin verður tikin á røttum grundarlagi, og tískil at hoyra starvsfólkið um málið. Eisini má arbeiðsgevarin vissa sær, at trupulleikin ikki kann loysast við minni ógvusligum tiltøkum enn eini burturvísing. Hetta er fyrisitingarliga markreglan, sum eisini er galdandi í málum um burturvísing.

Tá ið sakligar grundir eru fyri tí, kann arbeiðsgevarin biðja starvsfólkið um ikki at møta til arbeiðis, fyrr enn avgerð er tikin í málinum (suspensjón). Tað kann t.d. vera fyri at tryggja, at brotið ikki verður endurtikið.

Hjá arbeiðsgevaranum er umráðandi at gera sítt heimaarbeiði í burturvísingarmáli til lítar. Verður eitt starvsfólk burturvíst av órøttum, kemur arbeiðsgevarin nevniliga undir endurgjaldsábyrgd. Tí má arbeiðsgevarin bæði bera skjótt at – og eisini vera sera neyvur og upplýsa málið til fulnar.