Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Grundgeving, hoyring og innlit

Ein avgerð um at burturvísa starvsfólki er ein fyrisitingarlig avgerð og skal tí viðgerast sambært løgtingslóg um fyrisiting.

Hetta merkir, at starvsfólk, sum verða burtvíst, m.a. hava rætt til innlit í starvsfólkamálið, hoyringsrætt, og avgerðin skal hava eina grundgeving, sum vanliga skal vera skrivlig. Rættindini eftir fyrisitingarrættinum eru tey somu sum í uppsagnarmálum, sum tú kanst lesa meira um her.

Tá ið starvsfólk verða burturvíst, skulu tey fyrst hava eitt ætlanarskriv um burturvísing, áðrenn avgerðin um burturvísingina verður tikin. Starvsfelagið metir, at ásetingin um 14 daga hoyring í uppsagnarmálum eisini er  galdandi, tá ið ætlanin er at vísa starvsfólki burtur.

Í málum um burturvísing er skylda til sokallaða víðkaða partshoyring, sum er ein ikki lógarásett regla. Umframt at verða partshoyrt um tær veruligu umstøðurnar í málinum skal starvsfólkið hoyrast um, hvussu myndugleikin hevur mett um próvtilfar og rættarligar spurningar í málinum. 

Vegleiðing um uppsøgn, Fíggjarmálaráðið, 2.7 og 2.4