Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Skal vera skrivligt

Lógin um setanarprógv ásetir, at arbeiðsgevarin skal uppfylla sína upplýsingarskyldu skrivliga. Tað verður vanliga gjørt við einum setanarskrivi ella setanarprógvi, men kann eisini verða gjørt við einum skrivligum sáttmála ella í øðrum skrivligum formi, sb. § 2, stk. 3 og 4.

Sáttmálarnir hjá Starvsfelagnum áseta, at starvsfólk skulu hava eitt setanarskriv (setanarbræv), sb. § 4, stk. 2 og § 3, stk. 2 í sáttmálunum fyri ávíkavist landið og kommunurnar og fyri dagrøktararnar. 

Á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum og hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum finnur tú oyðubløð til setanarskriv fyri sáttmálasett hjá ávikavist landi og kommunum/kommunalum felagsskapum.

Royndarsetan, avmarkaðar setanir og 120 daga reglan

Viðmerkjast skal, at tá ið avtalur um royndarsetan, fyribils setan ella tíðaravmarkaða setan verða gjørdar, hevur arbeiðsgevarin próvbyrðuna fyri, at slíkar avtalur eru gjørdar. Hesar avtalur skulu tí vera skrivligar, og er hetta ásett í sáttmálunum fyri land og kommunur og kommunalar felagsskapir.

Tað sama ger seg galdandi fyri ta sonevndu 120 daga regluna. Tað er reglan um, at starvsfólk kann verða sagt úr starvi styttri uppsagnarfreist (ein mánaði) í sambandi við drúgva sjúkrafráveru, sb. § 5, stk. 2 í starvsmannalógini. Slíkar avtalur skulu vera skrivligar. Vanligt er, at hetta er ásett í setanarskrivinum.

Um skrivligheitskrav ísv. fyribils - og tíðaravmarkaðar setanir sí § 5, stk 3 í sáttmálunum fyri landið og kommunurnar og pkt. 1.14.3 og 1.14.4 í vegleiðingini hjá Fíggjarmálaráðnum um uppsøgn. Sí eisini Offentlig Arbejdsret, Emborg og Schamburg-Muller, 2. udg., s. 170