Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Setanarskrivið skal dagførast

Starv títt kann broytast við tíðini. Onkuntíð hendir tað so líðandi, viðhvørt knappliga. Henda broytingar í setanartreytunum, skal arbeiðsgevarin geva løntakaranum skrivlig boð um hetta. Lógin um setanarprógv ásetir, at tað skal vera skjótast gjørligt og í seinasta lagi 1 mánað eftir, at broytingin fær gildi.

Arbeiðsgevaranum nýtist tó ikki at geva skrivlig boð um broytingar í arbeiðsviðurskiftunum, sum eru orsakað av broytingum í teimum lógum, fyrisitingarligum ásetingum, ásetingum í viðtøkum ella í sáttmálum á arbeiðsmarknaðinum, sum arbeiðsgevarin kann vísa til.

Løgtingslóg um setanarprógv, sí § 4

Fyri trygdina í setanini hevur tað týdning, at setanarskrivið er dagført. Um arbeiðsgevarin ger stórar broytingar, kann setanarskrivið vera avgerandi fyri, hvat starvsfólkið skal tola og góðtaka. Lýsir setanarskrivið ikki tað ávísa arbeiðið, kann tað skapa óvissu, tá støða skal takast til, hvussu stórar broytingar starvsfólkið má tola.

Tískil er umráðandi, at starvsfólkið heldur eyga við, at setanarskrivið er dagført, og at tað verður broytt, tá ið starvið broytist.