Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Um at útvega skoðsmál frá øðrum

Tað er ikki óvanligt, at arbeiðsgevari spyr seg fyri hjá fyrrverandi arbeiðsgevarum hjá umsøkjarunum fyri at eftirkanna umsøkjaran. Tað er einki, sum forðar fyri hesum, men arbeiðsgevararnir mugu vanda sær í slíkum føri.

Hjá tí almenna, sum er landið og kommunurnar, er hetta at útvega sær upplýsingar fevnt av leiðslurættinum, persónsupplýsingarlógini og fyrisitingarrættinum.

Tað, sum spurt verður um, má vera viðkomandi og sakligt í mun til setanina. Um fyrrverandi arbeiðsgevarin letur frá sær upplýsingar um starvsfólk, skulu hesar upplýsingar vera sannar og reiðiligar. Annars kann fyrrverandi arbeiðsgevarin koma undir endurgjaldsábyrgd. Hann má nevniliga ikki skerja arbeiðsmøguleikarnar hjá fyrrverandi starvsfólki á óreiðiligan hátt.

1.-3. regla: Den danske arbejdsret, Hasselbalch, Bind II, s. 680
4. regla: Persondataret i ansættelsesforhold, Blume og Kristiansen, 2011, s. 194 ff.

Av tí, at talan yvirhøvur er um viðgerð av persónsupplýsingum, skulu reglurnar í dátuverdarlógini eisini haldast, eitt nú reglurnar um samtykki og innlit. Viðkvæmar upplýsingar, sum viðkoma heilt privatum viðurskiftum, krevja samtykki frá umsøkjarunum. Vanligar upplýsingar kunnu í ávísan mun innheintast uttan samtykki.

Arbeiðsgevarin kann eisini søkja upplýsingar um umsøkjarar á internetinum, sum frammanundan eru almennar. Ger hann tað, má hann tó bert nýta upplýsingar, sum eru sakligar og viðkomandi fyri setanina.

Søkir ein almennur myndugleiki upplýsingar frá øðrum almennum myndugleika, skulu ásetingarnar í § 27 í fyrisitingarlógini haldast. Hettar merkir, at rætturin at fáa heilt privatar upplýsingar, er avmarkaður. Tað krevur vanliga samtykki frá umsøkjaranum.

Revsiváttanir

Í sambandi við summi størv kann hugsast, at arbeiðsgevarin vil tryggja sær, at umsøkjarin ikki hevur verið revsaður, og tí krevur revsiváttan. Tað kann vera í sambandi við ávís álitisstørv og t.d. størv, ið hava við ung og børn at gera. Víst verður til løgtingslóg um barnaváttanir.

Tað, at ein umsøkjari er revsaður, útilokar ikki í sjálvum sær umsøkjaran frá arbeiðsmarknaðinum. Tað er bert, um so er, at revsingin og lógarbrotið eru viðkomandi fyri starvssetanina, at hesi viðurskifti kunnu hava týdning.

Les umrøðu hjá Fólkatingsins Umboðsmanni av nýtslu av revsiváttanum á arbeiðsmarknaðinum.