Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Undantak: Lýsa innanhýsis

Í einstøkum førum kann leiðslan á einum almennum arbeiðsplássi avgera, at størv bert verða lýst innanhýsis millum tey starvsfólk, sum frammanundan eru í føstum starvi. Hetta skal altíð verða gjørt í samráð við álitisfólkið. Hetta er ásett í § 4, stk. 1 í sáttmálunum fyri landið og kommunurnar. Reglan er ikki galdandi fyri dagrøktararnar.

Eitt dømi um at lýsa innanhýsis er í sambandi við bygnaðarbroytingar. Tá er møguleiki fyri, at starvsfólk verða flutt í annað starv, sum tey eru skikkað til, heldur enn at verða uppsøgd sum úrslit av umleggingum á stovninum.

 skriv frá Løgtingsins umboðsmanni til Starvsmannafelagið í máli um nýggjan bygnað í Klaksvíkar kommunu, dagf. 04.04.2013 (J.nr.28/300018/4)

Annað dømi kann vera, at leiðslan gevur starvsfólki møguleika at boða frá ynskjum um at flyta í starv, ið er vorðið leyst á stovninum. Hesi ynski kann leiðslan so taka við í sína meting av, hvørt neyðugt er at lýsa leysa starvið leyst alment, ella um tað er betri at flyta starvsfólk og síðani lýsa starvið, sum av hesi grund verður leyst, leyst alment. Slík broyting verður mett heimilað eftir leiðslurættinum.

Personaleadministrativ vejledning, PAV, 15.3.1.3. Internt opslag

Orðingin í sáttmálunum um, at til ber “í einstøkum føri” at størv verða lýst innanhýsis, undirstrikar, at talan er um ein avmarkaðan møguleika. Eitt serligt undantak. Høvuðsreglan er, at øll leys størv í almennu sáttmálaøkjum Starvsfelagsins, sum eru longur enn 6 mánaðir, skulu lýsast leys alment.