Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Innihaldið í starvslýsingini

Viðvíkjandi innihaldinum í starvslýsingini skal lýsingin m.a. hava upplýsingar um hesi viðurskifti:

  • starvsøki
  • setanarmyndugleiki
  • starvsheiti, og hvat ið starvið fevnir um
  • sáttmálin, sum starvið er fevnt av
  • hvør útbúgving krevst
  • lønarflokkur, starvið verður lønt eftir
  • nær starvið verður sett
  • hvussu umfatandi starvið er, fast starv, tíðaravmarkað, parttíð o.t.
  • hvønn starvsumsóknin skal sendast til
  • umsóknarfreist

Krøvini til innihaldið í starvslýsingini eru lutvíst ásett í § 4, stk. 1 og § 3, stk. 1 í sáttmálunum fyri ávikavist landið og kommunurnar og fyri dagrøktararnar. Eisini eru krøvini lutvíst ein fyrisitingarlig meginregla, sum bindur landið og kommunurnar sum almennar myndugleikar.

Offentlig arbejdsret, Emborg og Schaumburg-Muller, 2. udg., s. 165

Umsóknarfreist

Sambært starvsfólkapolitikki landsins skal umsóknarfreistin vera í minsta lagi 14 dagar. Sama regla er sum útgangsstøði galdandi eftir § 5, stk. 3 í tænastumannalógini, og má samanumtikið metast vera ein almenn meginregla fyri setanir hjá bæði landi og kommunum.

Nýggj størv skulu flokkast

Tilskilast skal, hvussu størv eru flokkað, tá ið tey vera lýst leys. Hetta er ásett í teimum báðum sáttmálunum fyri land og fyri kommunur/kommunalar felagsskapir.

Er talan um nýtt starv, sum ikki er flokkað, skulu samráðingar vera millum Starvsfelagið og sáttmálapartarnar um flokkingina, áðrenn starvið verður lýst leyst. Ein serlig starvsmetingarnevnd, við umboðum fyri sáttmálapartarnar, tekur sær av hesi uppgávuni.