Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Álitisfólkini: medávirkan og kunning

Starvsfólk hava sambært sáttmálunum vunnið sær rættin at vera við í tilgongdini, tá ið leiðslan á einum arbeiðsplássi ætlar at broyta arbeiðsplássið. Starvsfólkini hava rætt til at verða kunnað, hoyrd og tikin við upp á ráð; beinleiðis ella gjøgnum síni valdu álitisumboð.

Samstarvsskyldan

Leiðslan hevur leiðslurættin. Men leiðslan hevur eisini samstarvsskyldu, tá ið broytingar skulu gerast. Hetta eru demokratisk starvsfólkarættindini, sum fakfeløg hava vunnið sær á arbeiðsmarknaðinum gjøgnum fleiri áratíggju.

Rættindini hjá starvsfólkunum og umboðum teirra, sum vanliga eru álitisfólk og samstarvsnevndir, eru ásett í sáttmálunum. Fyri starvsfólk, ið arbeiða hjá landinum, eru tey eisini ásett í reglununum um bygnaðarbroytingar í starvsfólkapolitikki landsins.

Samanumtikið merkja reglurnar, at starvsfólk og álitisfólkaskipanin skulu fáa høvi at taka virknan lut í broytingararbeiðinum, tá ið avgerandi broytingar verða framdar í arbeiðsgongdum ella í umsitingini á arbeiðsplássinum. Hvat, ið kemur undir avgerandi broytingar í hesum sambandi, er ikki beinleiðis ásett. Í starvsfólkapolitikki landsins er tó ásett, at hetta er, tá ið innihaldið í arbeiðinum broytist ella ávirkast grundleggjandi.

Rættindini hjá álitisfólkunum

Um rættindini hjá álitisfólkunum/starvsfólkaumboðunum áseta sáttmáli og starvsfólkapolitikkur landins, at starvsfólk:

  • skulu takast við í ráðleggingina
  • skulu hoyrast og hava møguleika at gera tilmæli, eisini ávegis tilmæli
  • vera við til at fremja broytingarnar

Sáttmálarnir áseta, at starvsfólkini skulu hava boð um ætlaðar broytingar í góðari tíð, so at tey fáa høvi at vera við í tilrættisleggingini. Í starvsfólkapolitikki landsins er ásett, at starvsfólkaumboðini skulu hava møguleika at gera tilmæli í málinum, eisini ávegis tilmæli. Hetta skal verða gjørt undir skipaðum kørmum, sum eru avtalaðir frammanundan.

Mannagongdin í málum um starvsbroytingar

Samanumtikið leggja reglurnar sostatt upp til eina skipaða tilgongd, veruligt meðvirkni og samstarv. Endaligi avgerðarrætturin er tó hjá leiðsluni. Hon hevur leiðslurættin. Er talan um sáttmálaósemju, hevur leiðslan tulkingarforrætt. Avgerðin stendur við, ið hvussu so er, til felagið ella starvsfólkið hevur reist málið, og annað er staðfest í rættarskipanini.

Høvuðsuppgávur hjá álitisfólkinum

Leikluturin hjá álitisfólkunum í málum um broytingar á arbeiðsplássinum kann síggjast í tveimum:

Ansa eftir, at starvsfólkini verða hoyrd og tikin við upp á ráð

Onnur uppgávan er at tryggja, at starvsfólkini verða tikin við í sjálva broytingartilgongdina. Fáa álitisfólk varhugan av, at leiðslan ikki tekur tey við, skulu tey minna leiðsluna á kunningar- og samstarvsskylduna í § 2 í sáttmálanum. Hjálpir hetta ikki, skulu álitisfólkini biðja felagið um hjálp.

Tað hevur stóran týdning, at álitisfólk og samstarvsnevndir verða tikin við upp á ráð. Verða starvsfólkini ikki hoyrd, er vandi fyri skeivum avgerðum ella avgerðum, sum ikki halda av tí, at tær ikki eru nóg væl kjølfestar í gerandisdegnum og ikki hava undirtøku millum starvsfólkini.

Hava eftilit við avleiddum starvsfólkamálum

Tá ið broytingar henda á arbeiðsplássinum, fær tað mangan avleiðingar fyri setanarviðurskiftini hjá starvsfólkum. Hin uppgávan hjá álitisfólkinum er tí at viðvirka til, at starvsfólkamálini, sum spyrjast burturúr, verða rætt og lógliga handfarin.

Ein av uppgávunum er tá, at ansa eftir, at umleggingar, ið broyta størv so nógv, at hetta kemur undir løgfrøðiliga hugtakið munandi starvsbroytingar, verða fráboðaðar við eini freist, ið svarar til uppsagnarfreistina hjá starvsfólkunum.

Hvørt talan er um munandi starvsbroyting er ein ítøkilig meting, sum skal gerast í hvørjum einstøkum máli einsæris.

Álitisfólkini kunnu í slíkum føri biðja leiðsluna lýsa starvið, sum starvsfólkini sita í, og lýsa tað broytta starvið. Tá ber til at samanbera og meta um hvussu stór broytingin er og um tørvur er á fráboðanarfreistum.

Verður lýsingin gjørd rímiliga tíðliga í broytingartilgongdini, fær leiðslan lagt upp fyri møguligum fráboðanarfreistum í góðari tíð í síni tilrættislegging. Harvið slepst undan trupulleikum seinni.

Álitisfólkini kunnu í hesum sambandi vísa á, at sambært § 2, stk. 2 í sáttmálunum hjá teimum, ið starvast hjá landi, kommunum og kommunalum felagsskapum, hava álitisfólkini rætt til at síggja starvslýsingar fyri viðkomandi stovn, tá ið tey taka lut í eini broytingartilgongd.

Álitisfólk skulu leita sær ráð frá Starvsfelagnum, um tey hava ivaspurningar viðvíkjandi broytingartilgongdini.

Mannagongdin í málum um starvsbroytingar

Fyri at taka samanum eigur mannagongdin í málum viðvíkjandi starvsbroytingum at vera hendan:

  • Avgerð um broytingar: Leiðslan tekur avgerð um umlegging, rationalisering ella bygnaðarbroytingar í samráð við álitisfólkaskipanina, sum er álitisfólkini og samstarvsnevndirnar. Partarnir umrøða hvørt talan verður um munandi starvsbroytingar fyri einstøk starvsfólk.
  • Kunning: Starvsfólkini á stovninum verða kunnað yvirskipað um ætlaðu broytingarnar á arbeiðsplássinum.
  • Hoyring í starvsfólkamálum: Starvsfólk hvørs størv verða broytt munandi av umleggingini v.m., fáa ætlanarskriv um broytt starv. Eins og í uppsagnarmálum fær fakfelagið eisini ætlanina til hoyringar. Hoyringsfreistin er 14 dagar.
  • Avgerð í starvsfólkamálum: Við støði í hoyringina tekur leiðslan avgerð í teimum einstøku setanarmálunum og boðar starvsfólkunum frá avgerðunum einsæris. Uppsagnar, sum møguliga spyrjast burturúr, verða staðfestar.