Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Ætlanarskriv um broytingar

Koma broytingar á arbeiðsplássinum undir munandi starvsbroytingar, skal starvsfólkið, sum verður ávirkað, hava málið til hoyringar. Tað skal Starvsfelagið eisini. Eins og í uppsagnarmálum er hoyringarfreistin 14 dagar.

Ein munandi starvsbroyting skal javnsetast við eina uppsøgn av starvinum frá arbeiðsgevarans síðu við tilboði um nýtt broytt starv.

Starvsfólkið hevur tá tvinnar kostir í at velja. Tað kann antin góðtaka broytingina, sum so fær gildi, tá ið einsæris uppsagnartíðin er farin. Hinvegin kann starvsfólkið takka nei til broytta starvið, og verður starvsfólkið tá mett at vera sagt úr starvi við teirri uppsagnarfreist, sum starvsfólkið hevur vunnið sær.

Offentlig arbejdsret, Emborg og Schaumburg-Müller, s. 386
Funktionærret, Andersen v.fl., s. 230

Kann velja uppsøgn

Í ætlanarskrivinum um broytt starv skal tað gerast starvsfólkinum greitt, at starvsfólkið hevur møguleika at takka nei til tilboðið um broytt starv. Og at avleiðingin av hesum er, at starvsfólkið ætlandi verður verður sagt úr starvi. (uppsøgn frá arbeiðsgevarans síðu)

Mannagongdin er sum í uppsagnarmálum. Reglurnar í sáttmála, starvsmannalóg og fyrisitingarrættinum skulu haldast.

Tað merkir, at myndugleikin skal hava sakligar grundir fyri at fremja sjálva broytingina, og starvsfólkið hevur m.a. krav um grundgeving, hoyring og innlit eftir fyrisitingarlóg. Sum nevnt, skal Starvsfelagið eisini hava málið til hoyringar.

Offentlig arbejdsret, Emborg og Schaumburg-Müller, s. 371
Den danske arbejdsret, Hasselbalch, Bind II Ansættelsesretten, s.1216-2018

Hvussu strong krøvini eru til arbeiðsgevaran um at ávísa sakligar grundir í sambandi við starvsligar broytingar valdast hvat slag av broytingum talan er um.

Sí greinina Saglighedsvurderingen ved væsentlige vilkårsændringers í HRJura Magasined:Pedersen og Boesen, s.21