Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Lønin undir sjúku

Undir lógligari sjúkrafráveru hevur starvsfólkið rætt til sína vanligu løn. Meginreglan er, at lønin skal vera, sum hon plagar.

Starvsfólkið varðveitir síni rættindi sambært lóg og sáttmála, t.v.s. eftirlønargjald, starvsaldur og frítíðarrættindi.

Funktionerret, Andersen o.fl, s. 436 ff.

At starvsfólkið skal hava sína vanligu løn, merkir, at tað skal hava øll føst ískoyti og fastar viðbøtur, sum eru partur av vanligu lønini. Yvirtíð er sum greið meginregla ikki partur av løn undir sjúku.

Funktionerret, Andersen o.fl, s. 437

Fíggjarmálaráðið hevur eina vegleiðing um løn undir sjúku. Sambært hesi vegleiðing eru treytirnar fyri, at viðbøtur kunnu roknast sum partur av vanligu lønini hesar:

  • arbeiðið skal vera uttan fyri vanliga arbeiðstíð ella hava ávísan ampa við sær, t.d. arbeiði í skiftandi vaktum
  • starvsfólkið skal í setanarbrævinum vera sett til tílíkt arbeiði og í roynd og veru útinna hetta arbeiðið ella
  • starvsfólkið hevur regluliga leingi fingið samsýning fyri arbeiði, sum eina støðugt væntandi lønarviðbót
  • regluliga merkir, at starvsmaður hevur útint arbeiðið í minsta lagi eitt hálvt ár við einum sovorðnum støðufesti, at hann hevur væntað sær samsýning fyri tað, sum ein fastan part av sínari løn.

Sambært Fíggjarmálaráðnum er ein føst vaktarskipan dømi um eina skipan, ið lýkur treytirnar, sum nevndar eru omanfyri. Annaðhvørt, tí starvsfólkið er sett til slíkt arbeiði ella hevur arbeitt soleiðis í minsta lagi í hálvt ár.

Við kærumálsúrskurði frá 2020 kom Umhvørvis- og Vinnumálaráðið til ta niðurstøðu, at starvsfólkið eisini hevði rætt til viðbót fyri avtalaða tilkalluvakt undir sjúku.

Setti tykkum í samband við felagið, um tit hava ivamál viðvíkjandi løn undir sjúku.

4.11 í Vegleiðing um løn undir sjúku hjá Fíggjarmálaráðnum.