Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Fráboðan um sjúkuna

Starvsfólkið skal boða arbeiðsplássinum frá, so skjótt tað er greitt, at starvsfólkið ikki kann møta til arbeiðis. Tað er, fyri at arbeiðsplássið kann leggja uppfyri og leggja til rættis. Hetta er ikki minst umráðandi, tá ið talan er um arbeiðspláss við vaktarskipan.

Fráboðanin skal helst vera komin fram til arbeiðsplássið/arbeiðsgevaran, áðrenn arbeiðsdagurin byrjar fyrsta sjúkradag, ella skjótast til ber. Kannið eftir, um tykkara arbeiðspláss hevur serligar reglur um sjúkrafráboðanir.

Funktionerret, Andersen o.fl., s. 401 ff.

Tað er ógvuliga umráðandi at boða frá. At vera burtur uttan fráboðan er álvarsamt. Tað kann eftir umstøðunum koma undir grovt mishald av tænastuni, sum gevur arbeiðsgevaranum rætt til at burturvísa starvsfólki, tað er at senda starvsfólk heim uttan uppsagnarløn.

Funktionerret, Andersen o.fl., s. 401 ff.

Røtt fráboðan er at boða nærmasta leiðara á arbeiðsplássinum frá, ella soleiðis sum starvsfólkapolitikkurin á arbeiðsplássinum nú ásetur.

Sí t.d. Starvsfólkahandbók fyri Almannaverkið, samtykt febr. 2017, s.31

Starvsfólkið skal boða frá sjálvari sjúkrafráveruni. Hinvegin hevur starvsfólkið ikki skyldu at upplýsa hvør sjúkan er. Hetta hevur arbeiðsgevarin ikki krav um at vita. Upplýsingar um heilsustøðuna eru nevniliga viðkvæmar persónsupplýsingar sambært dátuverdarlógini.

Sí t.d. Funktionærret, Andersen o.fl, s. 416 og Vegleiðingin um løn undir sjúku, Fíggjarmálaráðið, 3.5 og Dátuverdarlógin § 11, stk. 1 vísandi til § 6, nr. 13