Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Frávera vegna sjúkan hjúnafelaga

Hvørki Starvsmannalógin ella sáttmálarnir geva starvsfólki rætt til løn undir sjúku, tá ið hjúnafelagin verður sjúkur og starvsfólkið má vera um hann ella hana. Starvsfólkið sjálvt skal vera sjúkt fyri at hava hesi rættindi, og harafturat gevur sáttmálin rætt til fráveru at ansa sjúkum børnum.

Eftir dagpeningalógini

Eftir § 3, stk. 3 og 4 í dagpeningalógini ber til hjá løntakara at fáa fíggjarliga veiting fyri fráveru, sum stendst av at vera um hjúnafelaga, sum er álvarsliga sjúkur. Hetta eru somu ásetingar, sum eru galdandi viðvíkjandi álvarsliga sjúkum børnum.

Støðan skal vera so álvarslig, at vandi antin er fyri lívinum ella heilsustøðuni hjá hjúnafelaganum. Tað er ein ítøkilig meting hvussu nógv skal til fyri at koma undir reglurnar, sum kunnu lesast í leiðbeining um dagpeningalógina um álvarsliga sjúk børn og hjúnafelaga.

Læknin skal meta um, hvørt tað er alneyðugt, at nakar er um tann sjúka, og viðkomandi skal taka lut í røktini av tí sjúka.

Tað skal vera álvarsligur vandi fyri lívinum ella heilsustøðuni hjá tí sjúka. Hugsast kann, at t.d. sjúkur sum meningitis, blóðtøppur og skurðviðgerðir av heilanum koma undir reglurnar. Talan kann møguliga eisini vera um álvarsligar ferðsluvanlukkur, brunaskaðar og aðrar álvarsligar vanlukkur.

Um hjúnafelagin liggur at doyggja, ella álvarsamur vandi er fyri, at hann kann doyggja, kemur hetta undir ásetingarnar, tí tá er altíð neyðugt at vera um tann sjúka.

Onnur lóggáva

Starvsfólk kunnu møguliga hava rættindi eftir aðrari almannalóggávu, tað verið seg rætt til fíggjarligar almannaveitingar at vera um avvarandi og/ella endurgjald fyri mista inntøku.

Gerast skal ein ítøkilig meting í hvørjum eintøkum føri.

Vendið tykkum til Almannaverkið ella vendi tykkum til Leif Olsen, sosialráðgeva og ráðgeva hjá Starvsfelagnum, leifo@av.fo.

Avleidd sjúka og familjupolitikkur

Sjúka hjá øðrum kann vera so tyngjandi, at starvsfólkið sjálvt kann gerast sjúkt. Ráðfør teg við Starvsfelagið hesum viðvíkjandi.