Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Lønin í frítíðini

Í hvønn mun tú hevur rætt til at halda feriuna við vanligari fullari løn? Svarið til hendan spurningin veldst um, hvussu nógv tú hevur arbeitt í undanfarna innvinningarári. 

Í frítíðarlógini er leygardagurin íroknaður feriuna, so at frítíðin er ásett til 30 dagar tilsamans. Tá talan er um, hvørja løn tú skal hava í feriuni, skal tó havast í huga, at tey flestu hava 5 daga arbeiðsviku, við tað at leygardagurin sum útgangsstøði er arbeiðsfríur. Sostatt telur hvør feriuvika hjá teimum fulltíðarsettu vanliga 5 dagar, t.v.s. á sama hátt sum vanliga arbeiðsvikan.

Taka vit støði í, at frítiðin eftir frítíðarlógini er 30 dagar, vinnur tann, sum er í fulltíðar starvi, sær 2,5 dagar um mánaðin. Men við tað, at leygardagur vanliga er arbeiðsfríur, svarar hetta til 2,08 dagar um mánaðin hjá teimum flestu.

Serstøku frídagarnir eftir sáttmálanum virka á sama hátt. Dagarnir verða hildnir í tann mun, teir eru innvunnir, og hjá teimum flestu er talan um 5 dagar, við tað at vanliga arbeiðsvikan er 5 dagar. Starvsfólkið vinnur sær 0,42 serstakar frídagar um mánaðin.

Ert tú í fullum starvi, vinnur tú tær sostatt tilsamans 2,5 dagar í goldnari frítíð um mánaðan eftir lóg og sáttmála.

Hevur tú arbeitt niðursetta tíð, fært tú løn í mun til arbeiðsbrøkin. Á sama hátt er tað, um tú bert hevur arbeitt ein part av innvinningarárinum. So fær tú bert løn fyri ein part av feriutíðini.

Tann vanliga lønin

Meginreglan er, at mánaðarlønt starvsfólk, sum tey flestu í sáttmálaøkjunum hjá Starvsfelagnum eru, skulu hava sína vanligu løn, tá tey halda feriu. Vanliga lønin er grundlønin og t.d. vaktargjøld fyri ólagaliga arbeiðstíð, sum roknast kann við, og sum plaga at vera partur av lønini.

Sáttmálin ásetir, at verður gjaldið fyri ólagaliga arbeiðstíð ikki goldið í sjálvari feriuni, verða í staðin 12% av ólagaligum gjøldum rindað í grunn at gjalda út seinni.

Sbr. § 10, stk. 5 í sáttmálanum við FMR og KAF.

Avtalað gjøld fyri tilkalluvakt, ið eru væntandi, eiga eisini at verða tald við.

Víst verður til kærumálsavgerð frá Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum, dagf. 20. jan. 2021. Starvsfelagið vegna Mikkjal Olsen, starvsmann á Sjóvinnustýrinum, fekk viðhald í, at gjald fyri tilrættislagda tilkalluvakt skal teljast við, tá ið løn undir sjúku verður roknað. Starvsfelagið metir, at sama meginregla er galdandi fyri løn undir feriu.

Sambært sáttmálunum hevur tú rætt til eitt serstakt frítíðargjald, sum er 12% av útgoldnari yvirtíðarløn í undanfarna innvinningarárið. Yvirtíð er nevniliga ikki við í útrokningargrundarlagnum, tá ið lønin hjá teimum mánaðarløntu skal roknast eftir frítíðarlógini, men her gevur sáttmálin betri rættindi. Hevur tú havt yvirtíð fellur serstaka frítíðargjaldið til gjaldingar fyrst í mai.

Heimildin fyri, at yvirtíð gevur feriuískoyti, er § 10, stk. 2 í sáttmálunum við KAF og FMR og § 8, stk. 3 í sáttmálanum við KAF fyri dagrøktararnar.

Dømi:

Jens byrjaði at arbeiða á Gjaldstovuni 1. august í fjør. Hann er í fullum starvi og arbeiðir 5 dagar um vikuna.

Hvussu nógva frítíð hevur hann rætt til?

Svar: Rætt at halda frí í 30 dagar eftir frítíðarlógini (leygardagar íroknaðir).

Hvussu nógvar dagar hevur Jens innvunnið sær at halda feriu við løn (goldin frítíð)?

Svar: Eftir frítíðarlógini (1. august til 31. mars), 8 mánaðir x 2,08 = 16,64 dagar.

Serstakir frídagar: (1. august til 31. mars), 8 mánaðir x 0,42 = 3,36 dagar.

Tilsamans: 20 dagar.

 

FAKTA:

Innvinningarárið: 1. apríl - 31. mars.

Frítíðarárið: 2. mai – 1. mai.