Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Fastir frídagar

Starvsfólk í sáttmálaøkjunum hjá Starvsfelagnum eru vanliga mánaðarlønt. Hesi starvsfólk hava rætt til frí við løn ávísar dagar í kalendaraárinum. Hetta eru teir sonevndu føstu frídagarnir.

Hetta merkir, at starvsfólkini verða ikki trekt í løn, hóast tey ikki arbeiða hesar frídagarnar. Mánaðarlønin minkar ikki av hesi grund, men verður, sum hon plagar at vera.

Serstøku frídagarnir eru fyri tað fyrsta teir almennu halgidagarnir og harafturat teir serligu frídagarnir, sum eru ásettir í sáttmálunum hjá Starvsfelagnum.

Halgidagarnir eru:

  • Nýggjársdagur
  • Skírisdagur
  • Langi fríggjadagur
  • Páskadagur
  • 2. páskadagur
  • Dýri biðidagur
  • Kristi himmalferðardagur
  • Hvítusunnudagur
  • 2. hvítusunnudagur
  • Jóladagur
  • 2. jóladagur

Skilt verður millum sunnudag og halgidagar. Halgidagarnir, sum fella á sunnudag, geva ikki nakað eyka uttan hjá teimum, sum arbeiða sunnudagar. Tað eru tískil teir halgidagarnir, ið fella á yrkadagar, tá ið fólk skuldu arbeitt, ("søgnehelligdage"), ið vanliga eru løntir frídagar hjá teimum flestu mánaðarløntu.

Serstakir frídagarnir eftir sáttmálunum:

  • Nýggjársaftan
  • Páskaaftan
  • Flaggdagur
  • Ólavsøkudagur
  • Jólaaftan
  • Grundlógardagur og ólavsøkuaftan eru hálvir frídagar, t.e. eftir kl. 12.

Verður arbeitt á einum av føstu frídøgunum, verður hetta samsýnt við tí hægra yvirtíðargjaldinum í sáttmálanum.

Gevið gætur, at reglurnar um fastar frídagar kunnu vera øðrvísi fyri siglandi fólk, sí § 40, stk.6 í sáttmálanum við Fíggjarmálaráðið.