Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Frítíðin

Hvussu leingi hevur tú rætt til halda feriu, og í hvønn mun hevur tú rætt til frítíð við løn? Í hesum partinum kanst tú lesa um frítíðarrættindini í sáttmálaøkjunum hjá Starvsfelagnum, har sáttmálanir geva tær eyka sømdir, afturat tí, lógin gevur rætt til.

2. mai á hvørjum ári byrjar eitt nýtt frítíðarár. Frítíðarárið varar til 1. mai árið eftir. Tá tú skalt leggja feriuna til rættis, er gott at vita, hvønn rætt tú hevur at halda feriu.

Starvsfólk í sáttmálaøkjunum hjá Starvsfelagnum hava, eins og aðrir løntakarar, rætt til feriu eftir løgtingslógini um frítíð við løn. Harafturat hava starvsfólk frítíðarrættindi eftir sáttmálunum, sum gevur teimum rætt til eyka feriu við løn (6.feriuvikan), serstakar feriudagar og eitt serstakt frítíðargjald av yvirtíð, sum tey hava arbeitt.

Viðv. serstaka frítíðargjaldinum verður víst til § 10, stk. 2 í sáttmálunum við FMR og KAF og § 8, stk. 3 í sáttmálanum fyri dagrøktararnar.

Avtala um frítíð

Feria verður avtalað í samráð millum leiðsluna og starvsfólkið. Leiðslan skal so vítt, arbeiðsumstøðurnar loyva tí, ganga feriuynskjunum hjá starvsfólki á møti. Feria skal vera avtalað í rímiliga góðari tíð frammaundan; sum meginregla í seinasta lagi ein mánað, áðrenn farið verður í feriu.

Frítíðarlógin § 9 og sáttmálarnir við KAF og FMR § 10, stk. 4

Fyri manningarnar á strandfaraskipunum er ásett í sáttmálanum, at feria og onnur frítíð sum meginregla skulu verða søkt um og veitt í heilum siglingarskeiðum.

Sí § 48 í sáttmálanum við FMR.

Í sáttmálaøkjunum hjá Starvsfelagnum eru starvsfólk vanliga mánaðarlønt og hava rætt til frítíð við løn, t.v.s. at lønin verður útgoldin samstundis, sum tey eru í feriu. Tað skal síggjast í mun til tímalønt starvsfólk, sum fáa frítíðarløn útgoldna 2. mai.

Starvsfólkini hava rætt til feriu eftir frítíðarlógini og eftir sáttmálanum upp í 6 vikur tilsamans. Í hesum partinum kanst tú lesa um tíni frítíðarrættindi eftir ávíkavíst frítíðarlógini og sáttmálanum.

Seinast dagført 11.okt. 2022.