Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Ættleiðingarforeldur

Sambært § 8 í sáttmálanum við Fíggjarmálaráðið og vanliga sáttmálanum við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava starvsfólk, ið ættleiða, eisini rætt til barsilsløn. Foreldrini hava rætt til fráveru við løn í upp í 4 vikur áðrenn tey tey fáa barnið. Tó í mesta lagi í 24 vikur tilsamans.

Rætturin til barsilsfarloyvi við løn er treytaður av, at ættleiðingarmyndugleikin frammaundan hevur avgjørt, at foreldrini, annað ella bæði, skulu vera heima í sambandi við, at tey fáa barnið.

Í sambandi við ættleiðing er einki verndartíðarskeið at hugsa um, og tí er heldur ikki loyvt mammuni at hava betri starvsrættindi enn pápanum. Eru bæði foreldrini fevnd av sáttmála við áseting sum í § 8, hava tey eftir sáttmálunum rætt til 24 vikur ættleiðingarfarloyvi við fullari løn, at býta millum sín.

Ættleiðingarforeldur eru eisini, eins og onnur foreldur, fevnd av barsilslógini.