Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Barsilsløn ella barsilsgjald?

Grundleggjandi rættindi

Øll starvsfólk hava rætt til barsilsfarloyvi. Tá tosa vit um sjálvan rættin hjá foreldrunum sum løntakarar at vera burtur frá arbeiði í sambandi við viðgongu, barnsburð ella ættleiðing. Hesin grundleggandi rættur er staðfestur í § 1 og § 2 í barsilslógini.

Fyri føðing

Meginreglan er, at undan føðing hevur kvinna, ið skal eiga, altíð rætt til barsburðarfarloyvi í 4 vikur áðrenn metta føðing (termin). Haraftruat koma onnur rættindi við sjúkraváttan.

Eftir føðing

Eftir, at barnið er komið í verðina, hava foreldrini rætt til barsilsfarloyvi, t.v.s. frí vegna barsil, upp til 56 vikur. 

Skipanin er tann, at 14 tær fyrstu vikurnar eftir føðing eru altíð markaðar til mammuna. Undir vanligum umstøðum hava foreldur síðani 34 vikur, sum tey kunnu deila. Hetta eru tey vanligu rættindini. Er talan um fleirburðar hava foreldur 38 vikur til býtis, og er talan um børn, sum eru fødd ov tíðiliga (áðrenn viku 32) eru 42 vikur at deila.

Afturat hesum eru 4 vikur markaðar til pápan ella sammóðurina, sum skulu haldast í farloyvistíðini, og hesa tíðina kunnu foreldrini vera í farloyvi samstundis.

Ættleiðingarforeldur o.a.

Ættleiðingarforeldur hava rætt til farloyvi í upp til 4 vikur, áðrenn tey fáa barnið, og í tilsamans 56 vikur eftir, at tey hava móttikið barnið. 4 vikur kunnu haldast samstundis.

Somuleiðis hava støk foreldur og tey, sum fáa børn ov tíðliga ella fáa fleirburðar, sum nevnt, serlig rættindi. Lesið meira um hetta undir Rættindi sambært barsilslógini.

Hetta eru rættindi til lógliga fráveru eftir Barsilslógini. Talan er um rættindini, sum ikki mugu frávíkjast til ampa fyri foreldrini.

Haldið eyga við, at broytingar javnan henda í barsilslógini.

Barsilsgjald ella barsilsløn - lóg ella sáttmáli?

Rætturin til lógliga fráveru í sambandi við barsil er eitt. Rætturin til pening undir fráveruni nakað annað.

Barsilsgjald

Barsilslógin gevur starvsfólki rætt til eina peningaveiting úr Barsilsskipanini, sum fevnir um meginpartin av loyvda barsilstíðarskeiðnum. Hetta er tað, vit kalla barsilsgjaldið. Barsilsgjaldið er peningur, sum Barsilsskipanin rindar annaðhvørt starvsfólki, sum er í barsilsfarloyvi, ella arbeiðsgevara, sum síðani rindar starvsfólkinum barsilsløn.

Les meira um barsilsgjaldið í partinum um rættindi sambært barsilslógini.

Barsilsløn

Starvsfólk, sum eru sett sambært sáttmála, kunnu hava rætt til fulla løn ein part av farloyvistíðini. Hettar er tað, vit kalla barsilsløn. Limirnir hjá Starvsfelagnum fáa barsilsløn. Einasta undantakið eru kommunalu dagrøktararnir, sum burturav eru undir Barsilsskipanini.

Les meira um barsilsløn í partinum um rættindi eftir sáttmála.

Sambandið millum skipanirnar

Hóast flestallir limir í Starvsfelagnum hava rætt til barsilsløn, er Barsilsskipanin tó eisini viðkomandi fyri hesi.

Hetta kemst av, at tíðarskeiðið við barsilsløn er styttri enn tíðarskeiðið við barsilsgjaldi. Hetta merkir, at tá ið limurin hevur nýtt síni rættindi eftir sáttmálanum og ikki hevur rætt til barsilsløn longur, ja so fer hann yvir í Barsilsskipanina og fær barsilsgjald tað, sum eftir er av tíðarskeiðnum.

Hjá dagrøktarunum er Barsilsskipanin tó, sum nevnt, fíggjarliga grundarlagið alla barsilstíðina. 

Arbeiðsgevari, ið rindar løn til starvsfólk í barsilsfarloyvi, hevur rætt til lutvíst endurgjald frá Barsilsskipanini fyri ta løn, hann rindar starvsfólki, ið eru í barsilsfarloyvi. Fyri arbeiðsgevarar hjá landinum er tað ein treyt fyri at fáa endurgjald frá Barsilsskipanini, at avloysari verður settur fyri tann, ið fer í farloyvi.

Sí § 15a í barsilslógini