Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Umhvørvispolitikkur hjá Starvsfelagnum

Starvsfelagið hevur ynski um at gera sítt íkast til at verja um umhvørvið. Tí avgjørdið nevndin, at vit fáa orða ein umhvørvispolitikk.

Í fyrstu syftu umfatar politikkurin orkupolitikk, nýtslupolitikk og innkeypspolitikk.

Visión

Vit skulu vera førandi, tá talan er um burðardygt innkeyp, grøna nýtsluatferð og grøna orkunýtslu

Strategi

  • At fáa el úr sólorkuskipan
  • At fáa hita úr hitaskipan
  • Mannagongdir viðvíkjandi grønari nýtsluatferð
  • Fokus á at keypa endurnýtsluvørur og/ella vørur merktar at vera umhvørvisvinarligar

Orkupolitikkur

Elorka

Í løtuni brúkar Starvsfelagið og Smæran vanligan streym frá SEV.

Starvsfelagið kannar í løtuni, í samstarvi við veitara, møguleikan at fáa sólpanelskipan, ið skal veita streym til Smæruna og Starvsfelagshúsið.

Hitaorka

Starvsfelagið og Smæran brúka olju og oljufýr í løtuni.

Vit hava havt fund við fakfólk, og spurt hvat hitaskipan riggar best til okkara tørv. Vit skulu fáa svar aftur um hvør loysn er best egnað, og kostnaðin av henni.

Nýtslupolitikkur á skrivstovuni

  • Vit skulu í minsta mun útskriva á pappír.
  • Sak umsløg skal vera úr pappíri ella papp
  • Vit eiga altíð at hugsa um vørur kunnu koyrast til endurnýtslu, tá vit ikki brúka tær longur.
  • Hava minni ruskspannir til bleytt pappír, plastik, jarn, battaríir og glas í køkinum.
  • Hava stór ruskstativ í fløskugoymslurúminum til plastic, pappír og glas, ið húsavørðurin koyrir á Hjalla, tá fult er.

Innkeypspolitikkur

Á skrivstovuni

  • Kopi- og skrivipappír skulu verða úr endurnýtslupappíri
  • Pennar við búmerki og annað reklamutilfar skal vera úr umhvørvisvinarligum tilfari
  • Kaffi og te skal hava fairtrade og økologimerki
  • Kaffifiltur skal vera úr endurnýtslupappíri
  • Eingangslutir skulu helst ikki keypast
  • Umhvørvisvinarligir skrivstovulutir sum heild, har tað ber til.
  • Ikki hava plastikposar í ruskspannum á skrivstovunum

Innkeyp til reingerð

  • Vaski- og reingerðarevni skulu verða merkt við svanamerki ella líknandi góðkend umhvørvisvinarlig merki, helst keypa føroyskt.
  • Wc pappír og pappírsserviettar skulu verða úr endurnýtslupappíri

Innkeyp til veitslur o.l.

  • Bert keypa eingangsíløt úr pappi ella træ, og til smærri tiltøk verður steintoy brúkt
  • Kaffi/te og líknandi vørur skulu vera fairtrade og økologimerktar
  • Kaffifiltur úr endurnýtslupappíri
  • Stearinljós við umhvørvismerki
  • Keypa økologiskt, har tað ber til

Íverksetan av grøna politikki felagsins

  • Gongd er á at fáa sól elorkuskipan
  • Gongd er á at fáa hitaskipan
  • Vit skulu gera mannagongd til umsitingina, hvussu vit skilabest nýta/endurnýta skrivstovulutir og møblar, hvat tilfar vit keypa til skrivstovuna og køkin, skilja burturkast, og hugsa umhvørvi, tá vit keypa inn til veitslur.
  • Vit skulu gera mannagongd til reingerðarfyritøkuna, ið hevur til uppgávu at keypa wc pappír, hondserviettar og sápur inn.

Tá vit hava sett okkara strategi í verk, so eru vit við at stuðla undir Heimsmál 13, ið eitur veðurlagsátøk.