Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

6. Livikorskanningar um løntakaran

Góð og dagførd hagtøl og upplýsing eru ein týðandi fortreyt, um vit skulu kenna korini hjá føroyskum løntakarum. Skulu vit betra um arbeiðs- og lønarkor, mugu vit vita, hvussu støðan hjá løntakarunum í veruleikanum er. Fakfeløgini og arbeiðs­gevararnir eiga at standa fyri einum parti av hesum arbeiðinum. Men tað almenna og politiska skipanin hava ein týðandi leiklut. Partarnir á arbeiðs­marknaðinum eru farnir undir eitt útgreiningararbeiði um løn og arbeiðstíð, eins og ætlanir eru um at gera ein leist til eina felags almenna lønarskipan. Tað er gott, men harafturat er avgerandi neyðugt, at serliga Hagstovan í samstarvi við partarnar á arbeiðs­marknaðinum áhaldandi savnar lyklahagtøl um arbeiðsmarknaðin og ger regluligar livikorskanningar, sum lýsa viðurskiftini hjá føroyskum løntakarunum.

Starvsmannafelagið heldur

At politiska skipanin skal raðfesta og játta pening til at útvega og almannakunngera haldgóða og dagførda upplýsing um arbeiðsmarknað og lívskor hjá arbeiðstakarunum.

FLOKKARNIR HALDA:

Sambandsflokkurin:

Sambandsflokkurin tekur undir við, at politiska skipanin skal raðfesta og játta pening til at útvega og almannakunngera upplýsingar um arbeiðsmarknað og lívskor hjá arbeiðstakarunum.

Javnaðarflokkurin:

Í Javnaðarflokkinum halda vit tað vera av stórum týdningi, at vit hava góð og dagførd hagtøl á øllum samfelagsøkjum. Hetta er ein avgerandi fortreyt fyri, at politiska skipanin kann taka avgerðir á røttum grundarlagi. Tí halda vit eisini, at politiska skipanin skal játta neyðuga peningin til at fáa haldgóða og dagførda upplýsing um arbeiðsmarknaðin og lívskorini hjá arbeiðstakarunum.

Sjálvstýri:

Eitt slíkt mál sum hetta er ein náttúruligur partur av arbeiðinum hjá Hagstovuni, og tað hevur týdning at Hagstovan er óheft av serstøkum áhugamálum.

Tjóðveldi:

Holl og áhaldandi dagførd vitan um arbeiðsmarknaðin og tey, ið har virka, er ein fortreyt fyri øllum betringum arbeiðstakarunum at frama. Starvsmannafelagið hevur sjálvt grundgivið sera væl fyri, hví hagtalsgerð og lýsandi greiningar eru neyðugar, og hvussu og av hvørjum hetta skal gerast.

Framsókn:

Politiska skipanin eigur at savna viðkomandi vitan og hagtøl um arbeiðsmarknaðin, sum kunnu vera grundarlag undir politikki um, hvussu arbeiðsmarknaðurin eigur at verða skipaður í samstarvi við partarnar á arbeiðsmarknaðinum og m.a. grundarlag undir útbúgvingarátøkum. Hagtøl og holl vitan um livikor eru týdningarmikil liður í hesum arbeiði.

Miðflokkurin:

Eisini í hesum spurninginum metir Miðflokkurin, at tað almenna og partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga at virka í felag og ikki hvør í sínum lagi. Talan er um gransking, greiningar, hagtøl og søguligt tilfar, sum altíð vilja vísa seg at vera fortreytin fyri t.d. sáttmálum, sum jú báðir partar, arbeiðstakarar og arbeiðsgevarar (herundir almennu) í felag tilevna. 

Gott grundaðir sáttmálat fara altíð at verða meira haldførðir og eiga at kunnu tilevnast lættari og uttan stórvegis ósemjur.

Framtakið:

Vit vita at alment arb pláss ikki eru serliga effektiv. Tað var ein kanning gjørd í 2004 um hvussu effektiv starvsólk á einum almennum stovni við ca 120 starvsólkum eru. Altso hvussu nógv tey aktivt brúktu teldu og telefon, ella hava fund. Effektiva arb tíðin var sera sera lág. Tann kanningin kom sjálvandi ikki fram til folki. Sannleikan eiga vit aldrin at verða bangin fyri.