Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

8: Fyrisitingarlógin og almenn partafeløg

Tað er ein afturvendandi trupulleiki, at verjan av starvsfólkum versnar, tá ið alment virksemi verður umskipað til partafelagsform. Orsøkin er, at fyrisitingarlógin og innlitslógin vanliga verða loystar frá, tá ið virksemi verður umlagt til almenn partafeløg. Hetta ger, at starvsfólkini á hesum arbeiðsplássum missa týðandi rættindi, tá ið avgerðir verða tiknar í starvsfólkamálum, m.a. hoyringsrættin, samstundis sum kravið um, at avgerðirnar skulu vera sakligar og hava grundgeving, fellur burtur. Tað var eitt stórt framstig fyri alment sett, tá innlitslógin og serliga fyrisitingarlógin komu í gildi í Føroyum fyrst í 90-unum. Men tá virksemið verður umskipað til partafeløg, verður tíðin hjá teimum, ið starvast á hesum arbeiðsplássum, skrúva aftur hvat starvsfólkaverjuni viðvíkur.

Starvsmannafelagið heldur:

At tá alment virksemi verður umskipað til almenn partafeløg, eigur fyrisitingarlógin at vera galdandi í starvsfólkamálum.

Flokkarnir halda:

Fólkaflokkurin:
Partafeløg eru partafeløg. Vit halda ikki at munur skal gerast, t.v.s. almenn og privat partafeløg skulu vera undir somu lóg.

Sambandsflokkurin:
Tað eigur, sum útgangspunkt, at verða ein partur av starvsfólkapolitikkinum hjá einum almennum partafelag at hava opinleika um sítt virksemi, herundir orða ein setanarpolitikk, brúka setanarbólkar o.a.

Tað eru longu skipanir, sum uppá ymiskar mátar verja áhugamálini hjá tí starvssetta, eitt nú fyrisitingarlóg, lógin um alment innlit umframt sáttmálar og avtalur á økinum. Harafturat er tað upp til eina professionella leiðslu, nevnd og stjórn, at tryggja, at skipað viðurskifti valda á starvsfólkaøkinum, og hava leiðslu- og stýringaramboð til endamálið.

Javnaðarflokkurin:
Verja av starvsfólkum á arbeiðsplássum er týdningarmikil. – Tað skal ikki verða ein vansi fyri eitt starvsfólk, at tað er farið at arbeiða í einum almennum partafelagi heldur enn á einum almennum stovni. Starvsfólkini skulu ikki missa týðandi rættindi orsaka av hesum.

Nýtt Sjálvstýri:
Nýtt Sjálvstýri ivast í háttinum at umskipa alment virksemið til partafelagsform, og tí eigur alt virksemið á hesum øki at verða tikið upp til nýggja viðgerð. Støðan á hesum øki er alt ov ógreið og tilvildarlig á nógvum økjum.

Tjóðveldi:
Almenn partafeløg eru ofta blandingsloysnir og politiskar neyðloysnir. Summi hava vinnulig endamál og onnur beinleiðis almennar uppgávur. Tá ið tað snýr seg um starvsfólkarættindi, tekur Tjóðveldi undir við at tryggja tey sambært fyrisitingarlógini, um lagt verður um til alment partafelag. Viðvíkjandi innlitslógini, so eigur tað eisini at vera prinsippið, hóast undantøk mugu vera, har talan er um almenn partafeløg í vinnuligari kapping – og talan er um “forrætningsloynidómar”.

Framsókn:
Tað kann vera skilagott at skipa alment virksemi í partafeløg. Tá hetta verður gjørt eigur partafelagið at hava somu virkistreytir sum privat partafeløg.

Miðflokkurin:
Høvuðssjónarmið Miðfloksins er, at virki eiga at vera antin almenn ella privat, ikki bæði.

Men fyri tey virki, sum longu eru skipað sum almenn partafeløg, eiga bæði fyrisitingarlógin og innlitslógin sjálvandi at galda.