Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

7: Dagføra arbeiðsmarknaðarlóggávuna

Ein væl ment og dagførd arbeiðsmarknaðarlóggáva skapar trygg viðurskifti hjá starvsfólki og arbeiðsgevarum. Meðan vit í Føroyum mest hava tær grundleggjandi lógirnar, hava tey í Danmark fleiri tíggjutals lógir, sum verja rættindini hjá løntakarunum á arbeiðsmarknaðinum. Til dømis er lógin móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum orsaka av rasu, húðarliti, trúgv, politiskari áskoðan, aldri v.m. ikki galdandi í Føroyum. Ein annar trupulleiki er, at galdandi arbeiðsmarknaðarlógir ikki eru dagførdar. Serliga kundu vit hugsa okkum at lógin um starvsmenn (funktionerlógin) verður nútímansgjørd, so at hon m.a. gevur starvsfólkunum verju móti órímiligari uppsøgn.

Starvsmannafelagið heldur:

At lógin móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum eigur at verða sett í verk í Føroyum og at starvsmannalógin skal verða dagførd.

Flokkarnir halda:

Fólkaflokkurin:
Vit halda at arbeiðsmarknaðarlógin og starvsmannalógin eiga at verða endurskoðaðar.

Sambandsflokkurin:
Tað er ein afturvendandi trupulleiki við føroyskari lóggávu, at vit ofta eru langt afturút við at dagføra lógir.

Sambandsflokkurin tekur undir við, at lógin móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum verður sett í verk í Føroyum, og at Starvsmannalógin, eins og aðrar lógir á økinum, verða dagførdar.

Javnaðarflokkurin:
Hetta eigur at verða ein partur av Arbeiðsmarkanaðarpolitiska reforminum. Javnaðarflokkurin ynskir at vera stigtakari til at fáa sett ein arbeiðsmarknaðardepil á stovn. Um flokkurin kemur í samgongu, skal ætlanin um arbeiðsmarknaðardepil ritast í samgonguskjalið.

Nýtt Sjálvstýri:
Nýtt Sjálvstýri vil tryggja føroyska arbeiðmarknaðin, men um tað er við at innføra danskar lógir, eru vit ikki so sannførd um. Vit eiga gjølla at kanna hvussu vit tryggja arbeiðsmarknaðin og broyta lógarverkið samsvarandi.

Tjóðveldi:
Hetta er í samsvari við øll virðir og mál hjá Tjóðveldi, og eigur sjálvsagt at verða framt.

Framsókn:
Lógina móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum ljóðar skilagott at fremja. Um starvsmannalógin skal endurskoðast má síggjast í ljósinum av hvørjar aðrar skipanir eiga at verða dagførdar samstundis. Um talan er um donsku lógina so eru fleiri skipanir, sum eiga at viðgerast samstundis, og at hædd verður tikið fyri at nógvar smáar fyritøkur kunnu hokna undan ein slíkari lóg um hædd ikki verður tikið fyri teirra virkisgrundarlagi. Annars er hetta ein, sum arbeiðsmarknaðurin eigur at taka sær av.

Miðflokkurin:
Greið lógarásett rættindi skapa trygd hjá løntakarunum og hetta skapar aftur tryggleika og frið á arbeiðsplássum og virkjum. Tí tekur Miðflokkurin undir við, at eitt miðvíst arbeiði verður gjørt fyri at dagføra og lyfta arbeiðsmarknaðarlóggávur okkara upp á eitt nútíðar støði.