Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

12: Skrivi- og talufrælsi

Skrivi- og talufrælsið er hornsteinur í einum demokratiskum samfelag. Umráðandi er, at vit hava ein sterkan public service stovn, sum kann tryggja holla samfelagsupplýsing og hava kritiskt eyga við samfelagsviðurskiftum, politisku skipanini og teimum ráðandi. Tað er týdningarmikið, at stovnurin fær frið og umstøður at røkja hesar uppgávur til lítar.

Starvsmannafelagið heldur:

At tað hevur alstóran týdning, at vit hava eitt sterkt og óheft Kringvarp Føroya, og at stovnurin og starvsfólkini hava bestu umstøður at røkja uppgávuna sum public service stovnur, ikki minst uppgávuna sum demokratiskt eftirlit.

Flokkarnir halda:

Fólkaflokkurin:
Ofta verður tosað um kritiskan journalistikk, men ov lítið um sakligan journalistikk. Vit eiga at tryggja óheftan og sakligan journalistikk. Borgarin eigur at verða upplýstur um alt, sum verður gjørt á sakligum grundarlag; hetta fyri at tryggja demokratiið.

Sambandsflokkurin:
Hóast spurnartekin onkuntíð kann setast við, hvussu óheft tíðindi eru, so gongur Sambandsflokkurin kortini inn fyri, at vit skulu hava ein stovn, sum hevur skyldu at røkja Public Service-uppgávurnar. Hetta setur krøv til stovnin og starvsfólkini á stovninum.

Sambandsflokkurin gongur eisini inn fyri, at fjarstøða skal vera millum politisku skipanina og Kringvarpið. Eitt fólkaræði eigur altíð at virða, at tíðindini kunnu ganga ímóti ynskjunum hjá politikarunum.

Javnaðarflokkurin:
Javnaðarflokkurin heldur, at skrivi- og talufrælsið er hornasteinur í einum demokratiskum samfelagi og alneyðugt er við einum fíggjarliga og politisk óheftum kringvarpi.

Nýtt Sjálvstýri:
Nýtt Sjálvstýri heldur, at neyðugt er at hava eitt óheft Kringvarp Føroya sum røkir public service til fulnar, og at greiðar mannagongdir slóða fyri ítøkiligum mannagongdum á hesum øki.

Tjóðveldi:
Eitt sterkt og óheft Kringvarp Føroya sum public-service-stovnur og fremsti mentanarberi, hevur verið eitt hjartamál hjá Tjóðveldisflokkinum frá byrjan. Og tað er samtyktur partur av okkara stevnu og stevnumiðum: Ein sjálvstøðug og óheft pressa er ein av súlunum undir einum virknum fólkaræði. Miðlarnir hava ovurhonds stóra ávirkan á samfelagið – medvit, samleika, mentan og fólkaræði okkara. Somuleiðis hava miðlarnir týðandi leiklut at varðveita og menna føroyska málið.

Ein fjølbroytt, saklig og kritisk pressa skal tryggja, at lóggevandi, útinnandi og dømandi valdið veruliga tæna fólkinum. Tí kann fjøl­miðla­virksemi ikki burturav latast upp í hendurnar á marknaðarkreftunum. Kringvarpið eigur at verða styrkt, so tað til fuln­ar kann røkja sínar public-service uppgávur, sum eiga at fevna um allar samfelagsbólkar.

Framsókn:
Eingin viðmerking.

Miðflokkurin:
Miðflokkurin metir, at tíðin fyri langari tíð síðani er farin frá monopolstovnum sum Kringvarp Føroya! Hesin stovnur livir á ongan hátt upp til tær skyldur, sum verða tillagdar einum Public Service stovni - heldur tvørturímóti. Miðflokkurin sær so avgjørt virðir í einum Public Service stovni, men Kringvarp Føroya er als ikki ein slíkur! Tilvildarlig fjølmiðlafólk, við og uttan útbúgving, brúka stovnin sum ein “sum best ber til" meiningsskapara v.m. og tað uttan nakað sum helst eftirliti, uttan frá einum politiskt valdum og sera veikum kringvarpsstýri, sum letur standa sum best ber til.

Ynskir man Public Service skyldurnar røktar, kann hetta lætt gerast við at nágreina hesar og bjóða tær út til tær útvarps- og sjónvarpsstøðir, sum mongu dugnaligu fjølmiðlafólk okkara vildu sett á stovn so skjótt fíggjarligi monopolstovnur okkara, Kringvarpið, missir sítt køvandi og einstáttandi vald.