Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

10: Skipaði viðurskifti

Ein væl skipaður arbeiðsmarknaður er ein fortreyt fyri einum vælvirkandi samfelag, har starvsfólk kenna seg trygg.
Starvsmannafelagið heldur, at øll starvsfólk skulu arbeiða sambært sáttmálum. Óskipaði viðurskifti og lønardumping kunnu ikki góðtakast í einum framkomnum samfelag. Í Føroyum og á føroyskum øki skulu føroyskir sáttmálar galda.

Starvsmannafelagið heldur:

At viðurskiftini hjá øllum, sum arbeiða í Føroyum og í føroyskum øki eiga at vera skipað, og at í Føroyum og á føroyskum øki skulu føroyskir sáttmálar galda.

Flokkarnir halda:

Fólkaflokkurin:
Sáttmálasamráðingar eiga at vera millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum og ikki í Løgtinginum. Men vit góðtaka ikki dumping av lønum og vilja lóggeva at tryggja, at tað ikki hendur. Her er t.d. útlendingalógin eitt amboð, sum eigur at brúkast.

Sambandsflokkurin:
Tað er best fyri starvsfólk, at teirra viðurskifti eru skipað, og tí er neyðugt við fakfeløgum. Vit skulu tó samtíðis ansa eftir, at vit virða altjóða sáttmálar um fakfelagsfrælsi.

Í Danmark verður í løtuni kjakast um, hvørt útlendsk arbeiðsmegi skal kunna arbeiða fyri lægri løn, tí hetta hevur við sær, at tey lættari og skjótari verða integrerað í samfelagið og arbeiðsmarknaðin. Slíkar skipanir heldur Sambandsflokkurin, at vit eiga at vera sera varin við at seta í verk í Føroyum.

Javnaðarflokkurin:
Góð lønar- og arbeiðskor eru fortreytin fyri skipaðum viðurskiftum á arbeiðsmarknaðinum

Nýtt Sjálvstýri:
Nýtt Sjálvstýri gongur inn fyri, at í Føroyum og á føroyskum øki skulu føroyskir sáttmálar galda.

Tjóðveldi:
Tjóðveldisflokkurin hevur hetta sum samtykt stevnumið. Og vit hava bæði havt lógarkrav um hetta á tingi í sambandi við fiskivinnuna. Tað hevur verið felt. Men Tjóðveldi kravdi tað inn í serligu lógina um makrelfiskiskap í 2011 – og tá varð tað samtykt.

Framsókn:
Eingin viðmerking.

Miðflokkurin:
Í hesum er Miðflokkurin púra samdur! At arbeiða sambært sáttmálum er ein dýrtvunnin rættur, sum ikki má missast aftur! Tað at góðkenna lønardumping ella vánaligar útlendskar sáttmálar vil máa undan tí fakfelagsliga trygga grundarstøði, sum samfelag okkara byggir á.