Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

1: Eftirløn av øllum

Starvsmannafelagið hevur gjøgnum tíðirnar tryggjað sær eina eftirlønarskipan í sáttmálunum, har ávís prosentupphædd verður goldin afturat lønini til pensjónsárini. Men tá limirnir t.d. fara í barsilsskipanina, í tillagað starv orsaka av skerdum arbeiðsførleika ella gerast arbeiðsleysir, fáa teir harafturímóti onga eftirløn afturat útgjaldinum. Tá umræður almannaveitingar sum heild geva tær ikki eftirløn. Hjá teimum, sum fara í barnsburðarfarloyvi eftir barsilslógini, er støðan enntá soleiðis, at eftirlønargjald verður drigið av veitingini.
Hetta skapar ójavna, sum stendur við heilt inn í ellisárini.

Starvsmannafelagið heldur:

At arbeiðsmarknaðarskipanirnar ALS og Barsilsskipanin og almannaveitingarnar eiga at vera eftirlønargevandi, t.v.s. at eftirlønargjald eigur at verða goldið afturat veitingunum.

Flokkarnir halda:

Fólkaflokkurin:
Vit halda at allar veitingar, sum koma ístaðin fyri løn, eiga at verða eftirlønargevandi. Lógin um uppsparing til eftirløn áleggur øllum løntakarum at rinda inn til egna eftirløn av egnari inntøku. Øll fakfeløg hava eftirløn í sáttmálanum, sum tey hava samrátt seg til. Tey, sum ikki hava eftirlønaruppsparing, mugu rinda inn av egnari løn. Tí hevur løgtingið samtykt tað sama viðv. Barsilsskipanini. ALS verður stýrt av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, og hevur verið vanligt hjá Løgtinginum at fylgja teirra tilmælum um broytingar. Almennar veitingar, sum koma ístaðin fyri løn, eiga at verða endurskoðaðar, so tær eisini verða eftirlønargevandi.

Sambandsflokkurin:
Hesin spurningurin hevur verið nógv viðgjørdur í pensjónsbólkunum, sum hava sitið.
Breið semja hevur verið um, at tað gevur onga meining, at landskassin, t.d. rindar einum óarbeiðsførum persóni fyritíðarpensjón, og harumframt rindar eitt pensjónsgjald til ein grunn.
Tá er tað skilabetrið at tryggja móttakaranum, at hann framhaldandi fær almenna pensjón, eisini eftir, at hann hevur rokkið pensjónsaldur. Málið eigur at vera, at øllum verður tryggjað eina trygga inntøku á pensjónsaldri.
Hetta verður partur av pensjónsnýskipanini, sum væntandi verður liðug um stutta tíð.
Tá Barsilsskipanin varð broytt, ella rættari bøtt varð um hana við longri barsilstíð o.a., varð eisini umrøtt, hvørt man skuldi leggja eftirlønargjaldið afturat ella ikki. Men niðurstøðan tá varð, at í fyrsta umfari vildi man ikki gera tað, tí tað var ikki mett rætt, at tað skuldi verða meira ”lukrativt” at verða lønmóttakari i Barsilsskipanini enn í t.d. einum tímaløntum starvi, sum rindar eftirløn av sínari egnu inntøku.
Hinvegin so varð eisini avgjørt, at man skal arbeiða fram ímóti at fáa eina loysn á eftirlønarspurninginum og at hesin skal loysast saman við spurninginum um pensjónsreform og eftirlønaravgerðini í tí høpi, so man fær somu skipanir generelt.
So næstu ferð skipanin verður dagførd verður mett, at hesin spuringurin er ein av teimum, sum verður loystur.

Javnaðarflokkurin:
Pensjón skal í størsta mun byggja á Samhaldsfasta og fólkapensjón, bæði fyri lønarinntøkur og almennar veitingar.

Nýtt Sjálvstýri:
Størsti parturin av barsilstíðarskeiðinum, er oyramerktur til kvinnur. Hetta merkir, at tær uppspara sær onga eftirløn í einum longri tíðarskeiði. Hetta kann ikki vera rætt.

Tjóðveldi:
Hetta er sjálvsagt krav. Tað skapar ein vaksandi stættarmun inn í ellisárini, um ikki ALS, Barsilsskipan og almannaveitingar eru eftirlønargevandi. Og sum gongdin er við kynsbýtinum í Barsilsskipanini, skapar tað eisini ein stóran lønar/eftirlønarmismun millum kynini. Tjóðveldi hevur fleiri ferðir havt uppskot á tingi um at eftirlønargjald skal veitast afturat veitingunum-

Framsókn:
Um gjaldið skal leggjast omaná ella trekkjast frá inngjaldinum mugu partarnir á arbeiðsmarknaðinum samráða seg til.

Miðflokkurin:
ALS, Barsilsskipanin og almannaveitingarnar koma í flestu førum í staðin fyri lønarinntøkur hjá fólkum, sum eru veik og illa fyri (sæð burtur frá teimum, ið eru í barsilsfarloyvi). Øll hesi hava somu, um ikki størri, tørv sum vit frísku á einari tryggari og nøktandi pensjón. Tað má ikki koma hesum ella teimum, sum hava fingið barn, afturum brekku seinni í lívinum, at byrurin í einum longri ella styttri tíðarskeiði var ímóti ella at tey løgdu lunnar undir og framtíðartryggjaðu Føroyar við at seta nýggjar føroyingar í heim!