Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Fakbólkar

Í Starvsfelagnum eru nógvir ymiskir fakbólkar. Omanfyri 300 ymisk starvsheiti eru í felagnum. Starvsfelagið er tískil í roynd og veru eitt slag av yrkismeginfelag (fakforbund).

Tað gevur stóra styrki, men samstundis er avbjóðingin at menna og verja fakliga samleikan hjá teimum ymsu fakbólkunum, so limirnir allatíðina kenna seg aftur í felagnum.

Felagið er skipað við tilsamans 17 fakbólkum:

Sosialráðgevarafelagið
Bókavarðafelagið
Felagið hjá læknaskrivarum
Biolog-og laborantfólk
Dagrøktarar
KT-fólk
Roknskaparfólk v.m.
Savnsfólk
Sjófólk
Tilbúgvingarfólk
Skrivstovufólk, málsviðgerðar v.m.
Postfólk
Klinikkassistentar v.m.
Handils- og kunningarfólk
Linjufólk, teknikarar v.m.
Húsavørðir, metingarfólk, gartnarar v.m.
Miðlafólk

Fakbólkarnir skipa seg sum áhugafeløg við aðalfundi, egnari nevnd og limaskara. Tey fáa pening játtaðan frá Starvsfelagnum til sítt fakliga virksemi. Summir fakbólkar hava fleiri ár á baki. Aðrir hava ikki skipað seg enn.

Í áhugafeløgunum kunnu limirnir viðgera síni fak og fakleika, skipa fyri tiltøkum og eitt nú hava egna heimasíðu.