Rita inn

Set teg í samband við okkum um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Frítíð við løn eftir lóg og sáttmála

Frítíð við løn eftir lóg og sáttmála 29. Apríl 2021

Summarferian er í hondum. Her kanst tú í stuttum lesa um frítíðarrættindini hjá starvsfólkum í sáttmálaøkjunum hjá Starvsfelagnum, har sáttmálanir geva tær eyka sømdir í feriuni.

Um stutta tíð byrjar eitt nýtt frítíðarár – heilt ítøkiliga 2. mai – og nógv eru longu í ferð við at leggja sær frítíðina til rættis.

Starvsfólk í sáttmálaøkjunum hjá Starvsfelagnum hava rætt til feriu eftir feriulógini og eftir sáttmálanum, upp í 6 vikur tilsamans.

Eftir lógini

Sambært løgtinslógini um frítíð við løn hava løntakararnir altíð rætt til at halda feriu í 5 vikur í feriuárinum, sum er tíðarskeiðið frá 2. mai og 1. mai árið eftir (frítíðarárið). Av teimum skulu 4 vikur haldast samanhangandi í tíðarskeiðnum 2. mai til 30. september, sigur frítíðarlógin.

Starvsfólk í sáttmálaøkjunum hjá Starvsfelagnum eru vanliga mánaðarlønt, og tað merkir, at hesi starvsfólk hava rætt til frítíð við løn. Tað skal síggjast í mun til tímalønt starvsfólk, sum fáa útgoldið eina upphædd, frítíðarløn, úr frítíðargrunninum, 2. mai at halda feriu fyri.

Í hvønn mun tú hevur rætt til at halda feriuna við vanligari, fullari løn, valdast hvussu nógv tú hevur arbeitt í innvinningarárinum frammanundan, tað er tíðarskeiðið frá 1. apríl til 31. mars.

Fyri at hava rætt til feriu við fullari løn, mást tú hava verið í fullum starvi alt innvinningarárið.

Hevur tú arbeitt niðursetta tíð fær tú løn í mun til brøkin. Og á sama hátt er tað, um tú bert hevur arbeitt ein part av innvinningarárinum. So fær tú bert løn fyri ein part av feriutíðini.

Hinvegin hevur tú altíð rætt til at halda frí í 5 vikur. Líkamikið hvussu nógv tú hevur arbeitt frammaundan. Tað merkir, at tú hevur rætt til at halda frí allar vikuna, men lutvíst uttan løn.

Eftir sáttmálanum

Umframt frítíð eftir lógini hevur tú eisini rætt til serstakar feriudagar eftir sáttmálanum. Tað er tað, sum nógv kenna sum 6. feriuvikuna.

Sammett við frítíð eftir lógini hava øll ikki rætt til frí í eina viku eftir sáttmálanum. Serstøku frídagarnir verða nevniliga bert hildnir, eru teir innvunnir. Fyri at hava rætt til eina heila viku, skalt tú við øðrum orðum hava verið í starvi alt innvinningarárið.

Arbeiðsgevari og løntakari kunnu avtala, at serstakir frídagar skulu gjaldast út í staðin fyri at verða hildnir. Eisini ber til at gera avtalu um at flyta serstakar frídagar til eitt seinni frítíðarár at halda.

Lønin í feriuni

Eftir frítíðarlógini skulu mánaðarlønt starvsfólk, sum tey í sáttmálaøkjunum hjá Starvsfelagnum, hava sína vanligu løn, tá tey halda feriu. Vanliga lønin er grundlønin við vaktargjøldum, sum roknast kann við og sum plaga at vera partur av lønini. Harafturat hava tey mánaðarløntu rætt til eitt serligt frítíðarískoyti, sum er 1,5% av vunnu lønini í undanfarna innvinningarári. Hetta ískoytið fellur vanliga til gjaldingar í apríl.

Men við sáttmálunum  fær tú meira enn tað.

Umframt serstøku feriudagarnar hevur tú rætt til eitt serstakt frítíðargjald, sum er 12% av útgoldnari yvirtíðarløn í undanfarna innvinningarárið. Yvirtíð er nevniliga ikki við í útrokningargrundarlagnum, tá ið lønin hjá teimum mánaðarløntu skal roknast eftir frítíðarlógini. Hevur tú havt yvirtíð fellur serstaka frítíðargjaldið til gjaldingar fyrst í mai.

Feria skal leggjast í samráð millum leiðslu og starvsfólk og eftir feriulógini skal hon verða ásett í rímiligari tíð frammaundan; eftir sáttmálunum við Starvsfelagið merkir hetta vanliga minst ein mánað frammanundan.

DØMI:

Jens byrjaði at arbeiða á Gjaldstovuni 15. august í fjør. Hann er í fullum starvi.

Hvussu nógva fríðtíð hevur hann rætt til? 

  • 30 dagar

Hvussu nógvar dagar hevur Jens innvunni sær í feriu við løn?

  • 7,5 mánaðir (15. aug.- 31. mars) á 2,5 dagar = 18,75 dagar

Hvussu nógva serstakar frídagar eftir sáttmála hevur Jens rætt til?

  • 7,5 mánaðir á 0,42 dag = 3,15 serstakar frídagar

FAKTA: INNVINNINGARÁRIÐ

  • 1. apríl - 31. mars
  • Lógin: 2,5 frídag um mánaðin – 30 dagar tilsamans (5 vikur)
  • Sáttmálin: 0,42 dag um mánaðin – 5 sertakir frídagar (6. feriuvikan)