Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Góð ráð tá tú arbeiðir heimanifrá

Fyri summi kann tað kennast ómenniskjansligt at verða biðin um at arbeiða heimanífrá. Tankarnir sveima, og sálarstøðan er óivað eisini ávirkað av støðuni við koronasmittuni. Børnini eru heima frá stovni og skúla. Endaleysi tíðindameldurin og sosialu miðlarnir lokka. Makin er kanska eisini heima og skal hava arbeiðsfrið. Køliskápið, sjónvarpið, songin... alt lokkar teg burtur frá telduni, telefonini og arbeiðinum.Mugu ikki steðga upp

Nú hópin av limum Starvsfelagsins og onnur við eru send til hús at arbeiða, hava vit savnað nøkur ráð um, hvussu tú kanst skipa heimaarbeiðsdagin í øllum ruðuleikanum, sum annars valdar.

Tí hóast vit øll eru ávirkað av støðuni, mugu vit royna sum frægast at halda samfelagnum í gongd. Sum sagt verður: steðgar alt upp, verður verri at fáa gongd á aftur, eftir at vandin er avhæsaður.

Tú fyllir mest

Tá alt húskið er heima, kann tann, sum vil hava arbeiðsnáðir, lættliga gerast tann, sum fyllir og larmar allarmest, við sínum ynski um arbeiðsfrið. Tí ræður um at leggja gerandisdagin væl til rættis og at laga seg eftir hvørjum øðrum. Og ikki minst, at tosa um, hvat vit vænta av hvørjum øðrum, nær og hvussu. Altso, at vit leggja til rættis og samskifta væl.

Tøknin loyvir tí

Vit eru í einari serstøðu. Og í slíkum støðum kann eisini nakað nýtt og spennandi spretta. Vit hava leingi vitað, at heimaarbeiði fer at vinda alsamt meira upp á seg. Tøkniliga menningin letur upp fyri tí. Tað krevur fyrst og fremst, at leiðslan hevur álit á, at fólk gera sítt arbeiði, hóast tey eru ikki undir støðugum eftirliti, ella at tey arbeiða onnur tíðspunkt enn restin av starvsfólkahópinum.

Við nútímans samskiftistøkni ber lættliga til at samskifta við starvsfelagar og viðskiftisfólk. Tað krevur, at tit hava skipanir og mannagongdir til samskiftið, so alt ikki verður ein vavgreytur av boðum hendan og handan veg. Her er tætt samskifti við leiðsluna og toymisfelagar, har arbeiðsuppgávur verða orðaðar og raðfestar, alneyðugt.

Sjálvleiðandi starvsfólk

Nútíðar starvsfólk eru vælútbúgvin, og í mongum førum eru tey bæði betri skikkað fakliga og hava størri servitan enn leiðslan. Tey eru von við at vera sjálvleiðandi og at hava dagliga ábyrgd, og tey vita, hvat og hvussu tey skulu leggja uppgávurnar frægast til rættis. Her kann heimaarbeiði stundum vera ein fyrimunur. Fært tú innrættað teg við einum heimaarbeiðsplássi, fært tú arbeiðsnáðir, minni ferðing og meira frælsi at leggja til rættis.

 

Nøkur góð ráð

Heimaarbeiðsplássið

Innrætta títt egna arbeiðshorn ella -rúm. Vel eitt stað, sum gevur tær orku. Sovikamarið og stovan hóska minni væl, tí har slappar tú vanliga av.

Hav røttu innstillingar til stól og borð. Syrg fyri, at fartelda, tól og forrit eru hóskandi og dagførd, so uppgávur kunnu avgreiðast heima. Ger skriftina á fartelduni størri, um tú vanliga arbeiðir við stórum skíggja. Marinanna Vang Simonsen, ergoterapeutur, hevur góð ráð til arbeiðsstøðuna her!

Møt sum vanligt

Møt til arbeiðis heima eins og tá tú vanliga fert til arbeiðis. Ger teg í stand og et morgunmat sum vanligt. Ver greið í samskiftinum við hini í húskinum, at nú fert tú til arbeiðis.

Samskift og legg til rættis

Sum við so mongum øðrum, snýr eisini heimaarbeiði seg í stóran mun um samskifti. Nógvar misskiljingar og óneyðug strongd kann fyribyrgjast við greiðum og regluligum samskifti, bæði við hini í húskinum, og við leiðslu og starvsfelagar.

Stemma uppgávur og raðfestingar av við arbeiðsplássið. Ger tær eina arbeiðsætlan, sum gevur yvirlit yvir vikuna/mánaðin.

Hvønn seinnapart er skilagott at gera eina realistiska ætlan fyri uppgávurnar næsta dag, so tú kanst fara beint til verka hvønn morgun.

Set tær evstamørk, um tað er ringt at røkka málunum.

Er trupult at finna arbeiðsuppgávur, sum tú kanst avgreiða heima, kanst tú kanska taka teldutøk skeið, sum eru viðkomandi fyri arbeiðið ella starvið. Golearn.dk er dømi um heimasiðu við hópin av teldutøkum skeiðum innan ymisk evni. Eisini ber til at lesa yrkisbøkur um títt fak, sum tú vanliga ikki hevur stundir til.

Ver tøk/ur

Ver tøk/ur á telefonini og online, tá tú arbeiðir heima. Kanna teldupostin regluliga og luttak í teldutøku samskiftisskipanini. Avtalið nær tit hava telduráðstevnur, toymisfundir o.l.

Sosialir miðlar

Kemur tað fyri, at tíðindamiðlar og sosialir miðlar lokka teg frá arbeiðinum? Sløkk kagan! Set klokkuna til smáar steðgir, til dømis fimm minuttir hvønn hálvan ella heilan tíma, ella set av tíð eina ferð fyrrapart og eina ferð seinnapart til sokallað SoMe (sosialir miðlar). Tað finnast eisini telduforrit, sum kunnu blokera ávísar teldusíður, um tú framvegis verður órógvað/ur ov ofta av meldrinum, freedom.to er dømi um slík skipan.

Fá fríska luft og hav steðgir

Hav regluligar steðgir. Eisini vanligar steðgir til kaffi, miðmála og seinnapart. Rør teg javnan, strekk út og gakk á staðnum.

Tað kann gerast møtumikið at sita inni allan dagin. Fá fríska luft, gjarna ein stuttan dagligan gongutúr. Ella leita tær javnan út á trappuna, út í túnið ella urtagarðin.

Marianna Vang Simonsen, ergoterapeutur, gevur góð ráð til fjøltáttaðar rørslur í gerandisdegnum her!

Røk sálarheilsuna

Íkomna støðan við korona kann skapa ótta og ótryggleika. Ymiskt er, hvussu vit handfara slíkar støður. Men tankameldrið og óttin kann gerast óneyðuga lemjandi, so tú ikki fært arbeitt heimanífrá.

Fólkaheilsuráðið hevur umsett leiðbeining frá heimsheilsustovninum WHO, við góðum sálarheilsuráðum her!

Føroyskir sálarfrøðingar hava eisini gjørt eitt yvirlit her!

Og Súsanna Skaale, sálarfrøðingur, hevur givið góð ráð í Kringvarpinum her! (Frá 38:42)

Tað húsliga kann bíða

Klædnavask, uppvask og dustsúgving kann bíða til tú hevur frí, um tú hevur lyndi til at brúka húsligar uppgávur sum undanstøkkingar.

Hav frí

Serliga tá vit arbeiða heimanífrá er umráðandi at skyna millum frítíð og arbeiði. Hav frí, tá tú hevur frí, so arbeiðið ikki etur seg inn á privatlívið eisini.

 

Góð ráð tá tú arbeiðir heimanifrá við smábørnum

MEN! Tá børnini eru heima...

Tá alt hetta er sagt, so er støðan serstøk, tá smábørn eru heima. Tey skulu hvørki føla seg til fortreð ella setast við ein skíggja í tímavís. Um tað ber til, ger so eina greiða skiftisskipan við makan ella onnur vaksin, so tit sleppa at arbeiða upp á skift við góðari samvitsku.

Set tíð av til samveru við børnini, til dømis til ein gongutúr, at spæla spøl, biltúr ella annað. Legg til rættis, so tú kanst arbeiða, tá børnini sova, spæla við onnur børn, hyggja eftir filmi ella spæla sjálvi.

Korona er ein undantaksstøða, so samanumtikið: Ver saman við smábørnum við góðari samvitsku. Samskipa barna- og arbeiðstíð við maka ella onnur í tøttum samstarvi við leiðslu og starvsfelagar.

Ert tú stakur uppihaldari, kann hetta vera trupult. Tosa við arbeiðsgevaran og greið frá tíni serligu støðu. Tey allarflestu vísa atlit til serligu støðuna, vit øll eru í.

Øðrvísi er, tá børnini eru eldri. Tey skulu eisini arbeiða heimanífrá við skúlatingum, og tey skilja eisini, at mamma ella babba skulu hava frið at arbeiða í nakrar tímar. Viðkomandi er eisini at viðmerkja, at foreldur hava ikki skyldu at undirvísa børnunum. Tað hevur skúlin, sum børnini eru innskrivað í. Foreldur skulu tó hjálpa til við skúlatingum, um tey eru før fyri tí.

Børnini hava kanska nógvar spurningar um koronastøðuna. Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur, greiddi í Kringvarpinum frá, hvussu vit kunnu tosa við børnini um korona.

Hoyr samrøðuna her