Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Markreglan

Tað er ein fyrisitingarlig meginregla, at almennir myndugleikar ikki mugu taka harðligari stig enn neyðugt fyri at røkka endamálinum. Hetta er tað, vit rópa markreglan ella lutfalsmeginreglan. Tá ið trupulleikar stinga seg upp við starvsfólki, skal arbeiðsgevarin altíð royna at loysa trupulleikan við teimum minst víðgongdu inntrivunum.

Den danske arbejdsret, Hasselbalch, s. 915

Um tað ber til at loysa starvsligar trupulleikar við minni ógvusligum stigi enn uppsøgn, skal arbeiðsgevarin altíð royna hetta fyrst. Hann má ongantíð taka ógvusligari stig, enn neyðugt er fyri at loysa trupulleikan. Aðrir møguleikar kunnu t.d. vera at geva ávaring, flyta starvsfólk ella finna aðrar arbeiðsmøguleikar, heldur enn at siga fólk úr starvi.

Tá ið mett verður, um inntrivini eru lutfalslig (proportional), skal m.a. verða hugt at:

  • hvat er trupulleikin?
  • hvønn týdning hevur trupulleikin fyri stovnin og arbeiðsuppgávurnar?
  • hevur starvsfólkið fingið ávarðing fyrr um somu viðurskifti?

Í málum, har møguligt er at broyta viðurskifti, sum arbeiðsgevarin finst at, t.d. í atburði og arbeiðslagi, skal arbeiðsgevarin sum meginregla virða hesa stigvísu gongd, tá ið hann vil rætta trupulleikar:

  • samrøða um trupulleikar
  • tænastulig rættleiðandi samrøða/átala
  • munnlig ávaring
  • skrivlig ávaring
  • uppsøgn

Munnlig ávaring fyrst

Sáttmálarnir hjá Starvsfelagnum hava ásetingar um munnliga ávaring fyrst og síðani skrivliga ávaring í málum, har nakað er at lasta starvsfólki. Ásetingin er í § 6 í sáttmálunum fyri tey, ið arbeiða hjá landi og kommunum og kommunalum felagsskapum. Í sáttmálanum fyri dagrøktararnar er ásetingin í § 4. Hesar ásetingar byggja á somu grundhugsjón sum fyrisitingarliga markreglan.

Sí avgerð frá Fasta Gerðarætti, STF móti FMR 30. jan 2007 um tulking av protokollatinum til § 6 um ávaringar.

Í málum, har atburður og arbeiðslag kunnu rættast, er fyritreytin fyri yvirhøvur at kunna geva uppsøgn, at ávaring er givin frammanundan. Hevur starvsfólkið framt grovt misbrot í tænastuni, og eru serligar umstøður í málinum, kann tó verða vikið frá hesi regluni.

Sigur arbeiðsgevarin fólk úr starvi, og er avgerðin úti av proportión, tí at aðrir møguleikar ikki eru troyttir, kann avgerðin verða mett ósaklig og sett til viks.

Tá trupulleikar kunnu loysast

Markreglan hevur serligan týdning í støðum, har nakað er at lasta starvsfólkinum, og møguleiki er at rætta viðurskiftini. Tað kann t.d. vera í málum um samstarvstrupulleikar, ónøktandi arbeiðsavrik, vánaliga uppmøting og/ella brot á loyalitetsskylduna. Við ávaringini fær starvsfólkið kjans at broyta nøkur viðurskifti í atburði, arbeiðslagi ella á annan hátt.

Drúgv sjúkrafrávera og rúsevnistrupulleikar

Markreglan er eisini galdandi í málum av øðrum slagi.

T.d. hava summir stovnar reglur um skipaðar sjúkrafráverusamrøður, har ymiskir møguleikar skulu roynast, áðrenn fólk verða søgd úr starvi orsakað av sjúku: broyttar arbeiðsuppgávur, niðursett arbeiðstíð, farloyvi, tillagað starv o.s.fr.. Arbeiðseftirlitið hevur eisini eina vegleiðing um umsorganarsamrøður, sum arbeiðsplássini eiga at fylja.

Eisini hava summir stovnar reglur um at bjóða ókeypis viðgerð til starvsfólk við rúsdrekka- ella rúsevnistrupulleikum.

Starvsfelagið metir, at slíkar reglur byggja á somu grundhugsjón, sum fyrisitingarliga markreglan byggir á, og verða reglurnar ikki hildnar, kann avgerð um uppsøgn vera mett ósaklig og ógildig.

Tórshavnar kommuna og Almannaverkið eru dømi um arbeiðspláss, sum hava slíkar reglur um sjúkrasamrøður og rúsevnispolitikk í starvsfólkapolitikki sínum.

Umplassering: Sparing o.a.

Markreglan kann eisini hava týdning í málum, har uppsøgn er grundað á viðurskiftini hjá stovninum, t.d. í sambandi við umleggingar og minkandi virksemi.

Falla arbeiðsuppgávurnar burtur, skal arbeiðsgevarin royna at finna starvsfólkinum annað arbeiði (umplassering) innan setanarøkið heldur enn at siga upp. Dómsvenja stuðlar undir, at hetta t.d.er viðkomandi fyri starvsfólk við longum starvsaldri, hava arbeitt væl og verið dugnalig og víst evnir til at umstilla seg.

Usaglig afskedigelse, Rønnov Bruun, s. 129 ff. Den danske arbejdsret, Hasselbalch, s. 939 ff. Vegleiðing um uppsøgn, Fíggjarmálaráðið, 3.1. og 3.2