Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Líkaregla og mismunarbann

Almenni arbeiðsgevarin er bundin av fyrisitingarligu líkaregluni. Hetta er skyldan at viðgera øll løgfrøðiliga lík føri á sama hátt og virkar sum eitt forboð móti ósakligum mismuni. Ger arbeiðsgevarin óviðkomandi mun á fólki og umstøðum, er talan um mismun, og tað er ólógligt.

Fyrisitingarliga líkareglan supplerar javnstøðulóggávuna, sum eisini bannar mismuni í setanarmálum. Forboð móti mismuni er beinleiðis ásett í fleiri løgtingslógum, t.d. javnstøðulógini, barsilslógini og lógini um at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum orsakað av breki. Yvirskipað er eitt forboð móti mismuni eisini lógarfest í evropeiska mannarættindasáttmálanum, sum er samtyktur sum lóg í Føroyum. Saman við fyrisitingarligu líkaregluni, er sannlíkt, at mismunur er ólógligur hjá tí almenna, antin tað so er vegna rasu, kynsligum atburði, aldri, breki, húðarliti, uppruna ella tílíkum í sambandi við uppsøgn.

Fyrisitingarlóg, Kári á Rógvi og Bárður Larsen, onnur økta útgávan, s. 54