Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Felagsfrælsi

Arbeiðsgevarin má ikki leggja dent á, hvørt starvsfólk eru limur í fakfelag ella ikki, tá ið starvsfólk verða søgd úr starvi. Tað er í stríð við felagsfrælsið, ið er ein arbeiðsrættarlig grundregla.

Sambært starvsmannalógini og grundlógini hava starvsfólk rætt til at skipa seg í felag. Rætturin at vera í fakfelag og at standa uttan fyri (negativt felagsfrælsi) er eisini vardur í altjóða lóggávu. Í dómum hjá evropeiska mannarættindadómstólinum, EMRD, sæst, at felagsfrælsið gevur ávísa verju móti tí, sum verður kallað skipanarfíggjund.

Løgtingslóg um starvsmenn, sí § 9, stk 1. Grundlóg ríkisins, sí § 78. Millum annað í dómsvenju sambært grein 11 í mannarættindasáttmálanum, sum er lóg í Føroyum, sí Den kollektive arbejdsret, 3. udg., Jens Kristiansen, s. 117 ff.

Skipanarfíggjund merkir, at arbeiðsgevara er ikki loyvt at geva starvsfólki fyrimun ella lata tey vera fyri vanbýti av teirri grund, at tey eru limir í fakfelag ella ikki. Tað er óviðkomandi og ólógligt.

Verklagslóg, Kári á Rógvi, s. 38-39

Skipanarfíggjund er eisini ólóglig sambært líkaregluni og banninum fyri valdsreingjan, sum almennir myndugleikar eru bundnir av sambært fyrisitingarrættinum, eisini í starvsfólkamálum.