Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Bann fyri meting undir reglu og SÍFÚ

Í uppsagnarmálum, har meting skal gerast, t.d. í málum um sparing, og har valið stendur millum fleiri starvsfólk, er bann fyri at seta meting undir reglu, tey kalla. Hendan grundreglan í fyrisiting merkir, at tað er ikki loyvt at velja eitt einstakt kriterium burturúr, og lata tað vera einaavgerandi fyri metingina, t.d. útbúgvingarlongd, starvsaldur ella bústaðarkommunu. Myndugleikin skal altíð gera eina individuella og ítøkiliga meting.

Fyrisitingarlóg, Kári á Rógvi og Bárður Larsen, onnur økt útgáva, s. 55

Í metingini skulu øll viðkomandi og lóglig atlit verða brúkt og vigað hvørt upp móti øðrum. Forboð er t.d. fyri at velja fólk út bara eftir, hvussu leingi tey hava verið á arbeiðsplássinum. Tað vil siga, at tann, sum kom síðstur inn, skal av sær sjálvum vera fyrstur út, tann sokallaða SÍFÚ-reglan. Hetta er ólógligt.

Offentlig arbejdsret, Emborg og Schaumburg-Müller, s. 445 ff.