Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Uppsøgn skal vera saklig

Ein uppsøgn er ein sokallað fyrisitingarlig avgerð. Uppsøgnin skal tí verða viðgjørd sambært fyrisitingingarlógini og fyrisitingarrættinum.

Ein uppsøgn hjá tí almenna skal altíð verða sakliga grundað, t.v.s., at óviðkomandi og ósaklig atlit eru ikki loyvd. Kravið um, at uppsøgnin skal vera saklig, kann sigast at vera ein avmarking av leiðslurættinum og ein verja av starvsfólkunum.

Orsøkin til uppsøgnina kann antin vera viðurskifti á stovninum ella hjá starvsfólkinum sjálvum. Sakligar uppsagnargrundir kunnu t.d vera:

  • arbeiðstrot/minkandi virksemi
  • rationalisering og sparing
  • bygnaðarbroytingar
  • fastur fráfaringaraldur
  • sjúka
  • ónøktandi avrik
  • samstarvstrupulleikar
  • agamál (dicipliner viðurskifti/revsimál)

Er ivi um, hvørt uppsøgnin er saklig, kann avgerðin kærast fyri hægri fyrisitingarmyndugleika ella klagast til umboðsmannin. Eisini ber til at royna málið við dómstólarnar. Er avgerðin ósaklig, er hon ógildug. Møguleiki er fyri, at starvsfólk verður sett í starvið aftur, ella, at málið gongur umaftur. Grundarlag kann eisini vera fyri endurgjaldi ella aðrari avtalu, sum vigar upp móti avleiðingini av ósakligari uppsøgn.

Meginreglur, sum avmarka rættin at siga fólk úr starvi

Ein røð av óskrivaðum fyrisitingarligum meginreglum er galdandi, sum almenni myndugleikin skal halda í uppsagnarmálum. Hetta eru reglur, sum avmarka leiðslurættin og frælsi arbeiðsgevarans at siga fólk úr starvi. Eru hesar meginreglur ikki hildnar kann uppsøgnin vera ósaklig og sett til viks.

Í hesum partinum verða nevndar tær vanligastu meginreglurnar, sum koma fyri í málum um uppsøgn.