Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Sjúka

Sjúka er sum útgangsstøði lógligt forfall. Les um sjúku og sjúkrafráveru í partinum um sjúku. Kortini kunnu sjúka og sjúkrafrávera eftir eina ítøkiliga og individuella meting enda við uppsøgn.

Tað kann vera, at starvsfólkið er sjúkt ógvuliga ofta, ella at talan er um langa sjúkrafráveru, sum setir arbeiðsplássið í eina trupla støðu, so at myndugleikin ikki hevur annan møguleika enn at fara undir eina uppsagnartilgongd.

Grundarlagið undir metingini

Einki fast mark er fyri, hvussu leingi starvsfólk kunnu vera burtur vegna sjúku. Tað er ein ítøkilig meting, sum veldst um ymisk viðurskifti. Ein uppsøgn vegna sjúku skal vera sakliga grundað í viðurskiftunum hjá starvsfólkinum og í, hvussu støðan ávirkar arbeiðsplássið. Gerast skal ein ítøkilig meting í hvørjum einstøkum føri. Metingin skal m.a. taka støði í hesum kjarnuspurningunum:

Krøvini til uppsøgn vegna sjúku eru alment lýst í Offentlig Arbejdsret, Emborg og Schaumburg-Müller, s.452 ff. Og í vegleiðing um uppsøgn, Fíggjarmálaráðið, 2.6.2. og PAV, Personale Administrativ Vejledning, 31.5.2.3., pkt. B

  • Hvussu drúgv hevur sjúkrafráveran verið?
  • Hvussu tyngjandi er sjúkrafráveran fyri arbeiðsplássið?
  • Hvussu eru útlitini fyri, at starvsfólkið kann koma aftur til arbeiðis?
  • Hvussu langa starvstíð hevur starvsfólkið?
  • Stendst sjúkan av arbeiðinum?
  • Kann sjúkan taka seg upp aftur?

Í metingini kann dentur verða lagdur á sjúkramynstrið. Tað kann hava týdning, um starvsfólkið ofta og gjøgnum fleiri ár hevur havt afturvendandi sjúkraforfall; forfall, sum kann vera trupult at greiða frá. Slíka aftrurvendandi sjúkrafráveru eigur arbeiðsgevarin tó altíð at taka upp til viðgerðar við starvsfólkið sum skjótast, áðrenn tað kemur so vítt sum til eina uppsagnartilgongd. Langtíðarsjúka kann eisini gerast so drúgv, at tað verður ov tyngjandi fyri arbeiðsplássið.

Viðvíkjandi arbeiðsplássinum hevur tað týdning, hvussu stórt arbeiðsplássið er. Metast má, at eitt stórt arbeiðspláss bæði fíggjarliga og í nógvar aðrar mátar tolir meira og er betri ført fyri at loysa trupulleikarnar av sjúkrafráveru, enn eitt lítið arbeiðspláss er. Eisini skal fyrilit verða tikið fyri, hvar í skipanini starvsfólkið er sett, hvørjar uppgávur starvsfólkið røkir, og hvørja ávirkan sjúrkafráveran hevur á uppgávurnar.

Vegleiðing um uppsøgn, Fíggjarmálaráðið, 2.6.2

Verður við læknaligari forsøgn staðfest, at starvsfólkið eftir øllum líkindum ikki verður ført fyri at koma aftur til sítt arbeiði, og finnast ongir aðrir møguleikar á arbeiðsplássinum, verður farið undir eina uppsagnartilgongd.

Upplýsingar um, at starvsfólkið hevur eina sjúku, sum kann geva størri sjúkrafráveru enn vanligt, t.d. krabbamein, eyðkvæm ella epilepsi, gevur ikki av sær sjálvum arbeiðsgevaranum rætt til at siga viðkomandi úr starvi. Tað skal við læknaváttan verða staðfest, at starvsfólkið ikki hevur útlit til at taka arbeiðið uppaftur. Tað er hetta, ið er avgerandi, og ikki um starvsfólkið hevur onkra álvarsama sjúku at dragast við.

Offentlig arbejdsret, Emborg og Schaumburg-Müller, s. 453 ff. Kann vera ein munur á rættarstøðuni í Føroyum og Danmark, t.d. við tað at vit ikki hava Forskelsbehandlingsloven. Tann sannroynd, at føroyskir arbeiðsgevarar ikki fáa refusión frá dagpengaskipanina, ger eisini, at vit mugu vera varsom við, at sammeta við rættarpraksis í Danmark 

Samanumtikið skal rættiliga nógv til, fyri at sjúkrafrávera kann metast sum saklig uppsagnargrund. Metingin skal, sum sagt, vera ítøkilig og einsæris, og hevur tú ivaspurningar, verður tú biðin um at venda tær til Starvsfelagið.

Ikki skyldu at upplýsa hvør sjúkan er

Dentur skal leggjast á, at í uppsagnarmálum vegna sjúkrafráveru hevur starvsfólk ikki skyldu at upplýsa arbeiðsgevaran um, hvør sjúkan er, sum gevur forfall. Tað er, hvussu drúgv sjúkan er, málið snýr seg um. Í uppsagnarmálum kann tað tó vísa seg at vera ein fyrimunur fyri starvsfólkið at vera opið um sjúkuna. Tað verður rátt til, at starvsfólkið ráðførir seg við felagið um hendan spurningin.