Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Ónøktandi arbeiðsavrik

Við starvssetanini hava arbeiðsgevari og starvsfólk gjørt eina avtalu um, at starvsfólkið skal gera eitt ávíst arbeiði, sum arbeiðsgevarin so letur ávísa løn afturfyri. Viðhvørt kemur tað fyri, at arbeiðsgevarin er misnøgdur við arbeiðsavrikið og heldur, at hann fær ikki nóg mikið fyri lønina, tí at arbeiðsavrikið er ónøktandi.

Ónøktandi arbeiðsavrik er lýst í Offentlig Arbejdsret, Emborg og Schaumburg-Müller, s. 462 ff. og í Vegleiðing um uppsøgn, Fíggjarmálaráðið, 2.6.1.

Grundirnar

Grundirnar kunnu vera ymiskar. Tað kann vera, at arbeiðsgevarin metir, at starvsfólkið ikki hevur nóg góðar fakligar kvalifikatiónir, at arbeiðshugur og -ágrýtni ikki eru nøktandi, ella at starvsfólkið fær ov lítið á skaftið. Tað kann eisini vera, at starvsfólkið ikki passar sínar arbeiðstíðir og hevur ov langar steðgir. Ella at arbeiðstíðin fer til spæl, túnatos, privat ørindir og annað óviðkomandi. Viðhvørt kunnu vera fleiri grundir. Viðhvørt kunnu samstarvstrupulleikar eisini vera uppi í leikinum.

Í málum sum hesum kann uppsøgn koma upp á tal, um starvsfólkið ikki megnar at gera eitt arbeiði, sum svarar til tað, sum væntast kann av starvsfólki, ið er sett í starv við tí innihaldi, sum hetta starvið nú hevur. Hetta krevur eina ítøkiliga og einsæris meting.

Fyrisitingarliga markreglan

Í málum av hesum slag skal fyrisitingarliga markreglan altíð havast í huga. Les meira um hesa grundreglu í partinum uppsøgn skal vera saklig.

Leiðslan eigur sum tað fyrsta at tosa við starvsfólkið um trupulleikan. Uppsøgn eigur í slíkum málum ikki at verða givin, uttan at starvsfólkið frammanundan hevur fingið ávaring. Í sáttmálunum hjá Starvsfelagnum er áseting um munnliga ávaring fyrst og síðani skrivliga ávaring.

Hómast eingin bati, hóast ávaringar eru givnar, kann talan gerast um uppsøgn, og tá skal myndugleikin taka spurningar sum hesar við í metingina:

  • hvønn týdning hevur tað fyri arbeiðsplássið, at starvsfólkið ikki røkir starvið, sum tað skal
  • hvørji evni vanta, og hevur starvsfólkið fingið ella sýnt áhuga fyri eftirútbúgving
  • hvussu leingi hevur starvsfólkið verið í starvi

Hevur starvsfólk verið á arbeiðsplássinum leingi, kann tað vera truplari hjá arbeiðsgevara at grundgeva fyri, at tað er sakligt at siga upp vegna ónøktandi arbeiðsavrik. Tess longur starvsfólkið hevur verið á arbeiðsplássinum, tess meira krevst av arbeiðsgevaranum viðvíkjandi tiltøkum at betra um støðuna. Tað kunnu t.d. vera krøv og tiltøk viðvíkjandi útbúgving og upplæring. Hevur arbeiðsgevari latið staðið til í longri tíð, og er eingin ávaring givin, kann tað vera rættiliga trupult hjá arbeiðsgevara at koma afturumaftur við eini uppsøgn.

Víðka partshoyring

Í málum um ónøktandi arbeiðsavrik eigur at vera víðka partshoyringarskylda, t.v.s. at starvsfólkið skal eisini hoyrast um rættarliga grundarlagið í málinum. Les meira um víðkaða partshoyring í partinum um partshoyring og ætlanarskriv.

Vegleiðing um uppsøgn, Fíggjarmálaráðið, 2.4 og greinin DGL 2008.16: mere om partshøring i personalesager, Jon Andersen og Elisabeth Bøggild Nielsen, Folketingets Ombudsmand, pkt. 3, http://www.dgl.gl/pages/artikler/artikler_tekst.php?id=16