Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Ólýdni

Arbeiðsgevarin hevur leiðslurætt, sum gevur honum heimild at leiða og skipa arbeiði og at geva starvsfólkum boð um hvat ið skal gerast. Í hugtakinum ólýdni liggur, at starvsfólk noktar at gera eftir lógligum boðum. Tað kann t.d. vera, at starvsfólkið noktar at gera ávísar uppgávur ella við vilja ger arbeiðið seinni ella verri enn vanligt.

Um lýdnisskyldu Funktionærret, Andersen v.fl, s. 889 ff., Emborg og Schaumburg-Müller, s. 325 ff. og Vegleiðing um uppsøgn, Fíggjarmálaráðið, 2.6.5

Ólýdni kann í ringasta føri vera grovt brot á setanaravtaluna og kann eftir eini ítøkiligari meting føra til burturvísing, tað merkir at starvsfólk verður sent heim, og lønin steðgar beinanvegin. Vanliga er tað tó ein treyt fyri at kunna vísa eitt starvsfólk burtur, at setanarmyndugleikin frammanundan hevur gjørt starvsfólkinum greitt, hvørji krøv eru til uppgávuna, og at starvsfólkið er ávarað um fylgjurnar av at sýta fyri at gera sum álagt er.

Áleggur setanarmyndugleikin nakað, sum verður hildið at vera púra høpisleyst ella órímiligt eftir starvinum at døma, kann starvsfólkið nokta. Somuleiðis um okkurt verður álagt, sum er til vanda fyri lív og heilsu ella er álop á heiður og æru. Starvsfólk kunnu tó altíð nokta at fylgja boðum, um tey eru greitt ólóglig. Sambært dómsvenju skal tó rættuliga nógv til fyri, at starvsfólk kann nokta við slíkum grundgevingum.

Starvsfelagið mælir limunum frá, at taka slíkar avgerðir í sjálvdrátti. Ráðføri tykkum altíð við felagið fyrst. Skeivar og illa umhugsaðar avgerðir kunnu fáa álvarsamar starvsligar fylgjur fyri limin.